Norskir festivalar fluttir burtur orsakað av illveðri

Millum annað er By the Pond fluttur burtur orsakað av torusláttri.

Norski festivalurin By the Pond við Sandefjord er steðgaður og fluttur burtur orsakað snarljósi og torusláttri.

 

Festivalurin verður hildin á fyrsta sinni. Sandefjords Blad skrivar at Bryan Adams var síðsti maður á pallinum.

 

Eisini festivalurin Tons of Rock í Oslo er avbrotin orsakað av illveðri.