Norskt flogfelag fer at flúgva til Føroya

Frá 3. september fer norska flogfelagið Widerø at flúgva millum Bergen og Føroya

Norska flogfelagið Widerø fer frá 3. septmber at flúgva millum Flesland flogvøllin í Bergen í Noreg og Vága Floghavn.

 

Flogið verður við propellflogfarinum Dash 8 Q400, og flogið verður tvær ferðir um vikuna.

 

Ein ferðaseðil úr Berg til Føroya tann 3. september kostar kostar 587 krónur.

 

Flogið verður fríggjadag og mánadag.

 

Stjórin í Widerø, Christian Skaug, sigur við norska miðilin e24.no, at Widerø seinastu árini hevur ment Flesland í Bergen sum støð fyri fleiri innan- og uttanríkisrutur.

 

– Koronufarsóttin hevur samstundis givið okkum nýggja flogmøguleikar, sum eru skraddaraseymaðir til flota okkara við teimum smærru flogførunum við 110 og 78 sitiplássum, sigur hann.