Á heimasíðu síni kunngerð MjúS í dag, at norska songkvinnan Marit Larsen og danski bólkurin hjá teimum báðum brøðrunum Jens Jón og Arngrími Jakobsen úr Skálavík fara at spæla á festivalinum.
Útisetarokkur við Pleaser
Tá bólkurin Pleaser luttók í donsku tónleikakappingini Starfighters, vóru tað útvarpslurtararnir, sum atkvøddu teir í finaluna. Og ei undur í. Løgini hjá bólkinum eru fangandi, og sum teir sjálvir siga "gjørd til at seta veitsluna í gongd - úti og heima!"
Brøðurnir Jens og Arngrím Jakobsen úr Skálavík vóru millum berandi kreftirnar í bólkinum Saxony, ið gjørdi nógv um eg fyrst í 90-árunum, stóra styrkirnar í Saxony vóru góða røddin hjá Jens Jón, frálíka gittarspæli hjá Arngrím og so góðu og fangandi løgini.
Saxony gavst tá brøðurnir fluttu til Danmarkar. Har hava teir spælt í ymsum bólkum, millum annað Adore, ið gav eina fløgu út. Í 2004 funnu teir saman við teimum trimum, sum kundu skapa serligu ljóðmyndina hjá Pleaser. Við droymandi elektroniskum ljóði, stillari inniligheit og rokkuttum rútmum. Serliga lagið "King of the Mountain" gjørdist væl umtókt eftir finaluplássið í Starfighters. Nú koma Pleaser endiliga til Føroya við sínum tónleiki.
Teir spæla á MjúS - og teir kunnu eisini hoyrast dagarnar áðrenn MjúS. 29. juni spæla Pleasers og All That Rain konsert saman í Kagganum . Og 30. juni verða teir at hoyra í Cippo. Uppliv meira av Pleaser á www.pleaser.dk.
Yndisliga Marit Larsen
Seinastu vikurnar hevur ein mjúk og yndislig rødd sníkt seg inn í føroysku útvarpslurtini. Under the Surface heftir seg blídliga í minnið. Hvør var hatta? Hatta var jú gott! Fólkaundirtónar í vøkrum poppløgum.
Løgini eigur ein minst líka vøkur ung kvinna. Marit Larsen hevur potentiali til at verða næsta norska kelivættið hjá føroyingum. Júst í hesum døgum er under the surface allarovast á norsku playlistunum.
Hóast Marit Larsen bert er 22 ára gomul, so er viðurkenningin ikki nýggj fyri hana. Hon var longu sum 12 ára gomul tónleikari. Saman við eini vinkonu stovnaði hon duoina M2M, sum skjótt ferðaðist um allan heim. Men eftir nøkur ár var ikki meira at heinta fyri hana har. Hon fór heim at skriva tónleik.
Og nú hon hevur givið fyrstu fløguna út, bjóða norðmenn henni vælkomnari aftur. Under the surface hevur ligið nummar eitt á stakfløgulistanum fimm vikur út í eitt.
MjúS verður fyrsta høvið at hoyra norsku álvagentuna á konsert í Føroyum. Saman við bólki sínum fer hon óivað at sannføra áhoyrararnar um, at rúm er fyri enn eini norskari stjørnu á føroysku luftini.
Nú minnið enn ein mánaði er eftir til MjúS, eru 8 nøvn almannakunngjørd: Týr, Annika Hoydal, Marius, Paddy Rasta, The Dreams, Pleaser, Marit Larsen og sjálvandi Bonnie Tyler