Festival Summarið
Norski Animal Alpha er fyrsti tung málmsbólkurin á G! í ár. Hóast navnið ikki er kent í Føroyum, sigur maðurin aftan fyri festivalin <st1:PersonName w:st="on" ProductID="J?n Tyril"$?$end$!$Jón Tyril</st1:PersonName$?$end$!$, at hetta er ein bólkur, sum kann gerast eittt av heilt stóru norðurlendsku tónleikanøvnum komandi árini.<BR>
Jón greiður frá, at <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Peter Madsen"$?$end$!$Peter Madsen</st1:PersonName$?$end$!$, ið skipar fyri Nibe Festivalinum vísti honum á henda bólk, og Jón gjørdist beinanvegin so bergtikin av orkumikla tónleikinum, at hann avgjørdi at fáa bólkin til Føroyar.<BR>
Skulu vit døma eftir sjónbandalagnum Bundy, ið liggur á alenetinum, so var hetta eitt sera gott val, tí bólkurin er framúrskarandi.
Konsertin við Animal Alpha er ein møguleiki hjá føroyingum at uppliva ein av mest spennandi og lovandi bólkunum í heimlandinum Noregi í løtuni. Songkvinnan Agneta Kjølsrud hevur ein ógvisliga og eksplosiva rødd, ið rokkar, aftan fyri seg hevur hon massivan gittarrokk.
Á G! Festival raðfesta vit feitan tónleik fremst. Vit seta eina æru í at bjóða bólkum á pall, sum eru viðkomandi og vit eru eisini glað fyri bólkar, sum eru framfýsnir og nýskapandi. Vit vilja gjarna at okkara festivalgestir fáa at hoyra ymiskt, sum er á veg upp og út í verðina, gjarna áðrenn restin av heiminum hevur uppdagað tað. Vit vilja verða stutt sagt verða í fremstu røð við tí besta og nýggjasta. Og sambært hesum ynski hava vit introduserað nógvar góðar bólkar fyri festivaláhoyrarunum, vit kunnu soleiðis tilvildarliga úr rúgvuni nevna bólkar sum Nephew, Gåte, Exploding Plastix, Hjálmar og Afenginn - alt bólkar sum, hóast ikki so kendir í Føroyum enn, so tó framúr góðir og vældámdir hjá tí føroyska tónleikalurtaranum. Okkara besta boð uppá ein nýggjan bólk, sum fer eins væl inn sum Gåte ella Nephew í ár, er norski bólkurin Alpha Animal., skrivar G! Festivalurin í tíðindaskrivi í morgun.
Animal Alpha byrjaði í 2002, tá ið sangarindan Agnete Kjølsrud møtti gittarleikaranum og sangskrivaranum Christian Wibe á vesinum í einum klubba í Oslo. Skjótt vaks bólkurin við Lars Imre Bidtnes á bassi, Christer Andre Cederberg á gittar og <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Thomas Jacobsen handan"$?$end$!$Thomas Jacobsen handan</st1:PersonName$?$end$!$ trummurnar. Nýstovnaði bólkurin fór beinanvegin undir harða venjing, fyri at betra um bæði tónleik og image. Í 2004 vóru tey til reiðar og settu seg í ein gamlan vøruvogn og byrjaðu at koyra kring alt Noreg á konsertferð. Ikki gekk leingi til góðu tíðindini um yvirdrivna punk n roll bólkin við hálvsvøku sangarinduni á odda spreiddust um alt Noregsríki. Langt áðrenn nøkur fløga kom á marknaðin, spældu Animal Alpha teirra framúr góðu og nú tiltiknu, lívligu konsertir fyri útseldum húsum og tískil komu eisini plátufeløgini rennandi. Heili 11 ymisk plátufeløg vildu hava klørnar í bólkin, sum valdi Racing Junior, úrslitið gjørdist fløgan Pheromones sum kom út fyrr í ár.<BR>
Animal Alpha konsertirnar eru sum sagt tiltiknar. Serliga er tað sangarindan, Agnete, ið bergtekur áoyrarar og ummælarar og sum orkumiklari framførslu hevur áhoyraran fullkomiliga í sini makt. Tónleikararnir handan hana smæðast tó ikki tá teir sum ein vælsmurd maskina rokka seg langt út um pallkantin og rista bæði bein og merg í teimum eydnusomu sálum, ið hava tann framíhjárætt at vera tilstaðar.
Góðu framførðslurnar hjá Animal Alpha hava givið teimum atgongd til navnframar festivalar í ár, so sum Eurosonic í Hollandi, SXSV í Austin Texas, SPOT í Danmark, Rock am Ring og Rock Im Park í Týsklandi og Hultfreds í Svøríki.
Stutt sagt, Animal Alpha eru fult í gongd við sítt altjóða gjøgnumbrot og tú hevur møguleikan at hoyra, hvat alt prátið og bussið um hendan bólkin snýr seg um nú meðan tað hendir, í summar, í Føroyum, á G!
Slóðir:
Sjónbandalagið Bundy: lovefilm.no/films/Bundyl.swf
Animal Alpha á Myspace www.myspace.com/animalalpha.
Heimasíða: animalalpha.com