Norwegian keypir Widerøe

Avtalan um, at Norvegian keypir Widerøe, fekk beinanvegin ávirkan á virðið av partabrøvunum hjá Norvegian á keypsskálanum. Virðið vaks nevniliga við seks prosentum, tá keypsskálin læt upp í morgun.

 

- Hetta er eitt vegamót í norskari flogferðslu, sigur Geir Karlsen, umsitingarstjóri í Norwegian í einari fráboðan til keypsskálan.

 

Sambært norska kringvarpinum NRK hevur Norwegian Group sambært fráboðanini til keypsskálan lagt 1,1 miljardir norskar krónur á borðið. 

 

- Handiln fekk beinanvegin ávirkan á virðið av partabrøvunum hjá Norvegian á keypsskálanum.

 

Virðið av partabrøvunum vaks nevniliga við seks prosentum, tá keypsskálin læt upp í morgun.

 

Tíðindafundur verður í Oslo í morgun um málið, upplýsir Widerøe, men hvørki Widerøe ella Norwegian hava nakrar viðmerkingar til málið fyri tíðindafundin.

 

- Flogfeløgini bæði hava arbeitt undir liðini á hvørjum øðrum í nógv ár, og eingin kennur marknaðin í Noreg betur enn vit, sigur Geir Karlsen.

 

Widerøe er størsta innanlands flogfelagið í Skandinavia við 2000 fólkum í starvi, og felagið varð stovnað í 1934.

 

- Okkara felag hevur næstan 90 ár á baki, og vit eru eitt vælvirkandi felag við vælvirkandi ferðasambandi í Noregi.

 

Tað sigur umsitingarstjórin í Widerøe, Stein Nilsen, í fráboðanini til keypsskálan.

 

- Vit eru fegin um at leggja saman við Norwegian, sum ynskir at menna bæði feløgini víðari, sigur Stein Nilsen.

 

Áðrenn handilin er endaligur, skal keypið av Widerøe góðkennast av norska kappingareftirlitinum.