1.Konjunkturviðurskifti
1. Tann føroyski búskapurin veksur heilt nógv í løtuni. Í 1997 vuksu lønarútgjaldingarnar við 8%. Teir seinastu 12 mánaðirnar til apríl 1998, vuksu tær við 9 %, soleiðis at vøksturin er tiltakandi beint nú.
Arbeiðsloysi er helst minkað úr 12 % niður í 10 % í miðal fyri árið 1997.
Hagtølini, sum eru tøk, peika ikki heilt sama veg um gongdina í búskapinum.
Útgoldnu lønirnar í fiskavirking á landi minkaðu í 1997, meðan avreiðingar av feskfiski til føroyskar fiskakeyparar øktust munandi. Her kann talan vera um, at fiskakeypararnir hava selt óviðgjørt av landinum, men eisini, at framleiðslan á fiskavirkjunum er vorðin meira effektiv. Í 1998 eru lønirnar í fiskavirking tó øktar.
Útflutningurin av vørum vaks í 1997 við 6 %. Hetta er minni enn lønarútgjaldingarnar vuksu og bendir á, at vøksturin í stóran mun er ávirkaður av innlendskum eftirspurningi.
Innflutningurin av vørum vaks í 1997 9 %. Inntøkurnar hjá landskassanum av meirvirðisgjaldinum stóðu hinvegin í stað. Hetta bendir á, at innflutningsvøksturin í 1997 er ikki fyrst og fremst farin til øking av
nýtsluni. Tølini benda á vøkstur í íløgum, kanska bæði føstum íløgum og goymsluíløgum. (Kunnu frítøkur fyri mvg hava minka so nógv um mvg-ið, at tølini eru misvísandi?).
2. Búskaparmodell landskassans
Búskaparmodell landsbankans er dagført við teimum her nevndu upplýsingunum og ábendingunum.
Modelútrokningarnar benda á, at vøksturin árini 1995 - 1997 hevur verið millum 4 % og 5 % um árið. Hetta er minni vøkstur, enn fyrr gjørdar útrokningar bendu á, men tann skrásetti útflutningurin er vorðin minni, enn tá varð mett. Í 1998 kann vøksturin í føstum prísum fara at verða 8 %. Tað er gongdin í lønarútgjaldingum og fiskaveiðuni, sum styðja mest undir hesa meting.
Fer gongdin at verða, sum tølini benda á, kann arbeiðsloysið í miðal fyri 1998 fara at minka úr 10 % niður í 4 %.
Gjaldsjavnin tykist hinvegin at kunna halda fram í 1998 við einum avlopi, sum er út í móti 1 mia kr.
Ein av fortreytunum fyri hesum útrokningunum er ásetingin av íløgunum. Tær
privatu føstu íløgurnar eru í 1997 øktar úr 6 % í 8% av BTÚ og í 1998 við 2% aftrat upp í 10 % av BTÚ. Tær almennu íløgurnar eru hinvegin hildnar óbroyttar á 3% av BTÚ, tvs. at íløgurnar hjá landi og kommunum hava verið um 180 - 220 mió kr pr ár. Samanlagt er framvegis talan um smáar fastar íløgur, 11 % - 13 % av BTÚ eru ikki stórar íløgur.
3. Fríplássi í búskapinum
Fríplássi fyri vøkstri í búskapinum, sum hevur verið, tykist sostatt at vera burtur nú. Fløskuhálsarnir fara at vísa seg á arbeiðsmarknaðinum, meðan pláss framvegis er á gjaldsjavnanum.
Tað er álvarsligur vandi fyri at trýst fer at vísa seg á kostnaðin og kappingarførið frá arbeiðsmarknaðinum, samstundis sum fyritøkur fara at flyta inn arbeiðsmegi fyri at klára eftirspurningin.
Longu, sum er, er tað helst tørvur á at tátta búskaparpolitikkin, tí at ein realvøkstur uppá 8 % p.a. og navnavøkstur í lønum uppá 9 % p.a. er alt ov nógv, tá tú nærkast kapasitetsmarki á einum av teimum týðandi javnvágunum í samfelagnum.
Føroyingar, sum fluttu av landinum í kreppuárunum, sum ætla sær at flyta heimaftur, eru ein tiltaksarbeiðsmegi, men eftirspurningurin eigur ikki at vera størri enn hugurin at flyta heimaftur vísir seg at vera.
Har er als ikki pláss fyri at økja almenna og privata íløguvirksemið, uttan so at tað verður táttað á øðrum økjum.
4. Almennar íløgur
Landsstýrið hevði í 1997 íløgur uppá 109 mió kr sambært landskassaroknskapin (útbúnaður 43,5 mió. kr, bygging av løgum 48,6 mkr og útvegan av løgum17,0 mió. kr), 92 mió. kr høvdu ávirkan á virksemið.
Kommunurnar øktu um sítt virksemi í 1997, men hvussu nógv er kanska ivasamt. Landsstýrið er vitandi um íløgur hjá kommununum uppá einar 70 mió. kr í 1997.
Harumframt hava Telefonverkið og SEV gjørt íløgur.
Tær íløgur, sum her eru nevndar, kunnu í prinsippinum stýrast av landsstýrinum, um neyðugar fyriskipanir verða gjørdar. Hetta er í mótsetning til privatar íløgur, ið einans kunnu ávirkast meir og minni beinleiðis gjøgnum fíggjar- og t nettoskuldin hevði minkað úr 88% av BTÚ niður í 17% av BTÚ, um tølini annars kunnu halda.
Fortreytirnar í skuldarskjalinum eru ikki ógvuliga agressivar, men kunnu tó vísa seg at vera ov optimistiskar, um illa vil til, skal viðgangast. Millum hesar fortreytirnar eru, at øll skuldin til danska ríkið skal rindast aftur, og at ríkisveitingin til Føroya verður óbroytt. Tá nýggjar fortreytir eru kendar, kann meting gerast av nýggjum.
5. Íløguviðurskifti
1. Landskassin hevði í 1997 eitt yvirskot uppá umleið 160 mió kr, sum svarar til eina niðurgjalding av nettoskuld uppá 160 mió kr. Við eini strategi um at minka nettoskuldina við 200 mió kr kann landskassin halda verandi íløguvirksemi, men kann ikki økja um íløgurnar uttan at útvega nýggjar inntøkur ella at fremja sparingar. Ein rentusparing uppá ríkisskuldina fer tó at geva frípláss hjá landskassanum sjálvum.
2. Við atliti til virksemið í samfelagnum kann landsstýrið neyvan loyva sær at økja íløgurnar uttan at avmarka virksemið á øðrum økjum.
Skuldi tað víst seg, at privatar íløgur eru í vøkstri, gera hesi viðurskifti, at landsstýrið eigur at tátta í búskaparliga fyri ikki at leggja kostnaðartrýst á búskapin og kappingarførið.
Landsstýrið hevur sostatt ábyrgd fyri at skapa rúmd fyri bæði privatum virksemi og ætlaðum virksemi, sum tað sjálvt og aðrir myndugleikar ynskja at seta í verk.