Novak Djokovic tveittur úr US Open

Heimsins besti tennisspælari sendi ein bólt beint í hálsin á einum linjudómara

Tað er ikki bara á enska fótbóltslandsliðnum, at tað er ein gøla. Í US Open er Novak Djokovic, sum er nummar eitt á heimsstyrkilistanum, tveittur úr kappingini, tí hann rendi ein bóltin í hálsin á einum linjudómara.

Novak Djokovic var ónøgdur við eitthvørt, tá hann smekkaði ein bólt afturum seg. Bólturin rakti linjudómaran úr Kentucky, Laura Clark, beint í hálsin. Hon bleiv illa fyri at hendingini og stutt seinni bleiv Novak Djokovic tveittur úr kappingini fyri vánaligan atburð.

Serbiska heimsstjørnan hevur tað fyri, at vísa sína ónøgd ella øði við at tveita runt við bóltum. Tað er hann fyrr blivin spurdur um á tíðindafundum, har aftursvarið hevur verið hánisligt. Tað hava fleiri miðlar víst á eftir hesa hendingina, har Novak Djokovic bleiv spurdur um júst hetta ikki kundi henda.

Eftirfylgjandi hevur Laura Clark verið fyri ágangi á netinum, har viðhaldsfólk hjá Novak Djokovic hava víst ógvuliga ósømiligan atburð og málburð. Navnið á Lara Clark bleiv ikki sagt alment í samband við hendingina, men serbiskir miðlar hava funnið fram til hvør hon er og kunngjørt navn hennara.

##med2## 

Novak Djokovic hevur síðani biðið viðhaldsfólkini hjá sær um at stuðla henni, og vísir á at hon einki hevur gjørt galið. Hann hevur fingið eina bót á yvir 60 túsund krónur fyri vánaligan ítróttaranda, og hevur fingið frátikið tær 1,5 milliónir krónurnar, ið hava hevði vunnið sær við at koma til 1/8 finalurnar í US Open.