##med2##
Tað gongur væl hjá NSÍ og høvuðsvenjaranum, Guðjóni Tórðasyni. NSÍ er oddalið í Betrideildini hjá monnum aftaná ein greiðan 5-1 sigur á AB úti í Vika á Argjum í dag.
NSÍ hevur skotið flest mál í Betrideildini higartil, 49 mál í 18 dystum.
Í samrøðu við Trónd Arge á FM1 avdúkaði íslendski høvuðsvenjarin hjá NSÍ loynidómin aftanfyri mongu málini: - Eg gevi spælarunum sera væl smakkandi íslendsk bomm hvørja ferð teir skora mál.
Sostatt kunnu NSÍ-fjeppararnir senda "Djúpur", "Bingokúlum" og "Freyju Mix" nógvar góðar tankar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Guðjón Tórðarson aftaná 5-1 sigurin hjá NSÍ úti í Vika á Argjum.
AB – NSÍ 1-5 (1-1)
1-0: Hans Jákup Annfinsson (28.)
1-1: Klæmint A. Olsen (35.)
1-2: Petur Knudsen br (60.)
1-3: Klæmint A. Olsen (62.)
1-4: Bárður J. Hansen (85.)
1-5: Jann Benjaminsen (90.)
HER ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum seks málunum sum komu í dystinum á Argjum. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur gjørdi við liðskipararnar, Bárður Olsen (AB) og Klæmint A. Olsen (NSÍ).