Nýggju spælararnir hjá NSÍ syrgdu fyri, at felagið vann greiðan sigur á HB í venjingardysti leygardagin. HB var rættiliga tikið á bóli í Runavík, tí NSÍ skoraði trý mál fyrstu 10 minuttirnar. NSÍ økti eisini upp í 4-0 fyri steðgin, og tað var ikki fyrr enn stutt fyri leiklok, at HB svaraði aftur við einum máli. Føroyameistararnir fingu tí okkurt at hugsa um á ferðini aftur til Havnar.
Málini hjá NSÍ skutu tríggir nýggir spælarar í felagnum. Anderson gjørdi tvey mál, og Hjalgrím Elttør og Jónhard Frederiksberg gjørdu hvør sítt. Málið hjá HB skoraði Bárður Mittelstein.