NSÍ er væl mannað

1. DEILD: Í dag vóru fleiri við nógvum royndum í bestu deildini við til at tryggja trivaliga sigurin

Ælingarnir vóru ógvuliga frekir, tá ið næstbesta liðið hjá B36 seint seinnapartin var gestur við Løkin í Runavík, har NSÍ tók ímóti.

 

Gestirnir fingu einki við sær til hús aftur. Annan leygardagin á rað vóru teir á eystara armi á Skálafjørðinum. Fyri viku síðani vunnu teir stig í 1-1 javnleiki á Svangaskarði. Í dag taptu teir 3-0 ímóti NSÍ.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0. Málskjútti í trettanda minutti var Andri Benjaminsen. Hann hevur ikki frítt av royndum úr bestu deildini. Tað hava fleiri liðfelagar hansara eisini. Eitt nú Einar Tróndargjógv, sum er givin á besta liðnum, Betuel Hansen, sum er á veg á besta liðið aftur, eftir at hann hevur verið uttanlands, Per Langgaard, sum er við at koma seg eftir skaða, og Mórits Heini Mortensen og Jannik M. Olsen, sum tað ivaleyst fer at verða meiri at síggja til í fremstu røð.

 

Fimm minuttir eftir steðgin økti Kári Hansen, og seks minuttir seinni varð alt avgjørt, tá ið innskifti Sølvi Sigvardsen skoraði til 3-0.

Í fyrsta umfari tapti NSÍ 2-0 á heimavølli ímóti 07 Vestur. Tá sá Atli Petersen reytt í 81. minutti. Í dag endaði NSÍ aftur við tíggju monnum, tí Martin Joensen í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið eisini reyða kortið.

 

Í triðja umfari skal NSÍ spæla grannauppgerð ímóti Víkingi á útivølli.

 

Á B36 liðnum var verjuspælarin Bjarni Petersen, sum hevur verið skaddur. Hann man vera á veg aftur á besta liðið, tí hann varð tikin út, tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin.