NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur undirskrivað sáttmála við nýggjan málverja. Talan er tó um gamlan kenning í felagnum. Tað er Karstin Hansen, sum hevur skrivað undir sáttmála, ið bindur hann og NSÍ at hvørjum øðrum trý tey næstu árini.
22 ára gamli Karstin Hansen hevur tvey tey seinastu árini spælt við Skála, sum leigaði málverjan frá NSÍ, har hann vaks upp.
Sambært faroesoccer.com vardi Karstin Hansen átta ferðir málið fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann í 2018 fór at spæla við Skála. Hann hevur tilsaman spælt 61 landskappingardystir í bestu deildin og átta U-21 landsdystir. Fyrr í ár var Karstin Hansen á beinkinum, tá ið landsliðið spældi á útivølli ímóti Malta og Rumenia og á heimavølli ímóti Spania og Norra.
Karstin Hansen verður ikki við fyrstu mánaðirnar eftir ársskiftið, tí tá verður hann burturstaddur í útbúgingarørindum. Tá ið hann í vár verður aftur í barndómsfelagnum, fer hann at kappast um plássið í málinum á besta NSÍ liðnum við 33 ára gamla Tórð Thomsen, sum síðstu árini hevur verið fastur málverji hjá NSÍ, og sum sambært faroesoccer.com hevur spælt 292 landskappingardystir í bestu deildini.