Tað endaði 1-1 í síðsta dystinum í 18. umfari. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at NSÍ misti stig á heimavølli.
Hóast teir mistu tvey stig, so vóru teir í NSÍ ikki misnøgdir, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð:
-Vit mugu bara ásanna, at hetta var ikki rættiliga okkara dagur. Teir løgdu seg á odda, og vit høvdu ilt við at vinna okkum aftur. Tíbetur eydnaðist tað Øssuri Dalbúð at javna til 1-1 eftir horna og beinanvegin, eftir at hann var komin inn. Hóast vit vóru fleiri síðstu løtuna enn teir, so megnaðu vit ikki at vinna okkum í støður, sum kundu bera sigursmálið við sær, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Klæmint hevði risa møguleika at leggja NSÍ framum, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur. Petur Knudsen legði innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stútaði úr stuttari fjarstøðu, men Teitur Matras Gestsson í HB málinum bjargaði framúr væl.
-Satt at siga sá eg ikki bóltin, tí sólin stóð so lágt. Eg kendi, at bólturin datt á høvdið hjá mær, men eg visti einki um, hvønn vegin bólturin fór, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
HB legði seg framum tíggju minuttir undan steðginum. Málskjútti var Pætur Petersen, sum gjørdi sær dælt av, at NSÍ málverjin, Tórður Thomsen, tøvdi við at fara út úr brotsteiginum.
-Vit harmast um, at vit ikki hava øll stigini við okkum suðuraftur til Havnar, tí vit halda, at vit høvdu uppiborið at vinna. Vit vóru meiri á bóltinum, og samanspælið riggaði betri hjá okkum. Men vit megnaðu ikki at økja um leiðsluna, og tað kostaði sigurin, sigur HB málskjúttin Pætur J. Petersen, sum serliga í fyrra hálvleiki var eyðsýndur.
NSÍ - HB 1-1 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen 37.
1-1: Øssur Dalbúð 77.
KÍ | 16 | 12 | 2 | 2 | 38 | 11 | 38 |
B36 | 17 | 12 | 2 | 3 | 28 | 14 | 38 |
NSÍ | 16 | 11 | 3 | 2 | 40 | 16 | 36 |
HB | 18 | 10 | 5 | 3 | 42 | 18 | 35 |
Víkingur | 18 | 11 | 2 | 5 | 38 | 24 | 35 |
Skála | 18 | 8 | 0 | 10 | 20 | 21 | 24 |
TB | 18 | 5 | 3 | 10 | 15 | 33 | 18 |
AB | 18 | 3 | 2 | 13 | 19 | 47 | 11 |
EB/Streymur | 18 | 2 | 3 | 13 | 17 | 43 | 9 |
ÍF | 17 | 1 | 2 | 14 | 12 | 42 | 5 |
Mikukvøldið 14. august
Útsettur dystur
ÍF - NSÍ kl. 18.30
19. umfar
Leygardagin 17. august
KÍ - Skála
B36 - TB
Sunnudagin 18. august
Víkingur - EB/Streymur
HB - ÍF
AB - NSÍ