NSÍ: Hóast broytingar er málið tað sama - Evropa

Tað er nýggjur venjari og nýggjur spælistílur við Løkin, men málið er tað sama

Leygardagin rullar fótbólturin aftur í Føroyum. Við Løkin í Runavík tekur NSÍ móti aldursforsetanum úr TB. Tað eru nakrar broytingar við Løkin í ár. Guðjón Þórðarson er útskiftur við svenska Glenn Ståhl, sum eisini var venjari hjá Suðringum í 2017.

- Hann er ein øðrvísi venjari, sum eisini er seriøsur, men hann gongur kanska meiri upp í smálutir í spælinum. Hann vil hava okkum í størri mun at hava bóltin á vøllinum og taka kjansir. Tað er meiri tekniskur fótbóltur og tað passar væl til NSÍ. Onkur av teimum, sum hava verið her undir Anders Gerber, siga at teir minna um hvønn annan, sigur Jóhan Troest Davidsen.

Saknur í Pól Jóhannusi

Norski miðvallarin, Peder Nersveen, sum spældi allar 27 dystirnar á miðvøllinum í fjør, er farin av landinum. Eisini eru spælarar sum Einar Tróndargjógv og Øssur Dalbúð (HB) ikki við, meðan Pól Johannus Justinussen fyribils er givin. Tað er ein møguleiki fyri at hann spælir í seinnu hálvu.

- Tað er ein missur, at Pól Jóhannus Justinussen møguliga ikki er við fyrr enn í seinnu hálvu. Hann er væl fyri fysiskt, men so mugu vit finna aðrar loysnir til at skapa málmøguleikar. Tað eru fleiri ungir spælarar, sum koma tættari upp á liðið og hava gjørt tað gott í venjingardystunum, sigur Jóhan Troest Davidsen.

##med2##

Málið er Evropa

Tilgongdin telur spælarar sum Rógvi E. Nielsen (EB/Streymur), Salmund Bech (TB) og Jákup Jakobsen (Skála). Teir hava spælt í eini trýmansverju saman við Jóhan Troest Davidsen. Karstin Hansen og Haraldur Højgaard eru komnir úr Skála og Alfred Sankoh kom úr svenskum fótbólti, men hann er longur farin aftur eftir nøkur vánalig avrik í venjingardystunum. 

- Fyrst og fremst er málið at koma í Evropa, men tað verður torførari í ár, tí tað er eitt pláss færri. Tað er ein stór avbjóðing, men tá tú liggur har, so er kanska ikki so langt upp til fyrsta plássið, sigur Jóhan Troest Davidsen.

##med3##

Miðvejrin hevur leikbann í fyrsta dystinum, men tað er ivasamt um Oddur Højgaard fær avloyst í verjuni, tí hann hevur trupulleikar við fótinum. Dysturin millum NSÍ og TB verður millum annað eisini vístur Ekstrablaðnum, sum keypt rættindini til ein dyst um vikuna.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 6. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1