Fótbóltur
NSÍ menninir vóru tystir, tá teir komu suður á Sand. Eftir tvey tap á heimavølli ráddi um at venda gongdini, soleiðis at teir ikki heilt skuldu detta niður ímillum botnliðini. Teir fóru norður aftur við øllum trimum stigunum, og so løgdu teir ikki so nógv í, at avrikið ikki var serliga væl polerað við góðum og samanhangandi spæli.
Men kortini eitur tað at geva tilfar til umhugsunar, at tað tykist vera so torført at fáa nógvar góðar fótbóltsspælarar at rigga sum ein væl spælandi eind. Tað var ikki serliga sannførandi ímóti GÍ, men tá bar til at siga, at mótstøðan var so stór, sum tað er møguleiki fyri, at hon kann vera heima á klettunum.
B71 telist ímillum botnliðini, og tí átti tað at verið møguleiki hjá NSÍ at fingið meiri breidd og hugflog í spælið, men tað eydnaðist ikki.
Stóran oart av tíðini var talan um eitt stórt stríð um miðvøllin. Nógvir spælarar vóru savnaðir á einum ikki serliga stórum øki, og so sigur tað seg sjálvt, at talan var um nógvar nærdystir, og at persónligu mistøkini heldur ikki vóru so fá.
Óhepnir heimamenn
Kári Reynheim hevði hesa ferð sett seg sjálvan á beinkin. Næstseinasta vikuskifti var hann tann einasti B71 maðurin, sum skoraði mál. Hesa ferð megnaði eingin B71 maður at skora, og so er spurningurin, um venjarin fer at hugsa um at seta seg sjálvan aftur á liðið.
Tað er synd at siga, at teir í B71 vóru hepnir. Tá eitt korter var farið, høvdu teir longu tvær ferðir skift fólk. Tað sigur seg sjálvt, at sovorið órógvar.
Bara fýra minuttir vóru farnir, tá miðframherjin, Kári Nielsen, noyddist av vøllinum við fótskaða, sum var so mikið álvarsamur, at ungi maðurin noyddist norður til Havnar at kannast. Og bara eitt lítið korter var farið, tá ytsti miðvallarin í høgru í 3?4?3 spælskipanini, Svenning W. Hansen, noyddist av vøllinum. Hann hevur drigist við vøddaskaða. Hann helt seg vera føran at spæla, men lærvøddin vildi ikki sum spælarin vildi.
Málini
Uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á aðrari hondini. Valdemar Nowisci og Jens Martin Knudsen teljast ímillum bestu og royndastu málverjarnar í landinum, men hvørgin teirra hevði sunnudagin serligar møguleikar at vísa, hvør dugur er í teimum.
NSÍ hevði ongan málmøguleika havt, tá teir fingu hol á, og talan var heldur ikki um beinleiðis uppspæl, tá teir í 33. minutti komu á odda. Teir tiltuskaðu sær eitt horna í vinstru. Ian Højgaard lyfti sera neyvt til nærra stólpa, har Eddie Mikkelsen var hægstur og stútaði í kassan, áðrenn málverjin slapp framat.
Sandoyingar fingu í 2. hálvleiki bóltin í NSÍ málið. Eftir fínt uppspæl átti Julian Floresco síðsta fótin á. Dómarin kolldømdi fyri rangstøðu, men tað vóru teir í B71 ikki serliga fegnir um. Teir illneitaðust eisini í einari aðrari støðu, sum teir mettu at vera rættuliga avgerandi, inn á dómaran. Eftir óneyva tvørsending í verjuni hildu sandoyingar seg síggja, at ein av verjuspælarunum sum neyðloysn steðgaði bóltinum við hondini, áðrenn guli álopsmaðurin gjørdist púra leysur, men tað segði dómarin seg ikki hava sæð.
B71 royndi at leggja trýst á, men tað var ikki serliga sannførandi. Í staðin small NSÍ øksin, tá sandoyingar vóru óneyvir í uppspælinum. Altíð raski Sonni L. Petersen sendi Christian Høgna Jacobsen avstað, og landsliðsmaðurin trillaði upp á tvørs til púra leysa Ken Nónklett, ið hevði lætt við at skora og harvið staðfesta sigurin. Ímóti HB á heimavølli var hann eisini avgerandi málskjútti, og nú kann tað fara at verða so skjótt, at tað verða tey, sum fara at sammeta hann við meiri kendar 12. menn sum t. d. David Fairclough hjá Liverpool í sjeyti árunum!
B71-NSÍ 0-2 (0-1)
0-1: Eddie Mikkelsen 33
0-2: Ken Nónklett 80
Dómari: Suni Johansen (SÍF)
B71: Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Bernhard Petersen, Jógvan Jón Petersen ? Svenning W. Hansen, Bjørn Thorsteinsson, Jón Brekku, Hans Jørgen Djurhuus ? Eli Hentze, Kári Nielsen, Julian Floresco
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Gert Langgaard, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Ian Højgaard, Brynjolvur Nielsen, Eddie Mikkelsen ? Christian Høgni Jacobsen, Martin Glancy