NSÍ leggur fyri á heimavølli ímóti B71

Meistararnir í NSÍ og silvurvinnararnir í EB/Streymi fara at spæla á heimavølli bæði í fyrsta og í síðsta umfari

Fótbóltur

 

Ein vika ella eitt sindur meiri enn tað er liðin, síðani bestu fótbóltsspælararnir í landinum fóru undir longu og tungu fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið.

Fyrireikingarnar verða fram til vikuna eftir páskir. Páskadagur er sunnudagin 23. mars, og fyrsta umfarið í landskappingini verður vikuskiftið eftir. Fyrsti dysturin verður leygardagin 29. mars, og dagin eftir verða hinir fýra dystirnir í fyrsta umfarinum á skránni.

FSF hevur sent uppskot til skrá fyri 2008 landskappingina til feløgini. Undirstrikað verður, at talan er um uppskot, sum feløgini nú skulu gera viðmerkingar til. Sambært uppskotinum verður fyrsti landskappingardysturin leygardagin 29. mars, tá ið bronsuvinnararnir í B36 ætlast at fáa vitjan av ÍF, sum í heyst flutti upp úr næstbestu deildini og nú skal royna at fóta sær í Formuladeildini.

Sambært uppskotinum hjá FSF ætlast tey fimm feløgini, sum í fjør endaðu omanfyri miðstrikuna, øll at hava heimavøll í fyrsta umfari. Fyrsta takið í royndini hjá NSÍ at endurvinna FM heitið verður á heimavølli ímóti B71. KÍ skal á vitjan hjá silvurvinnarunum í EB/Streymi, HB, sum endaði á fjórða plássi í fjør, fær vitjan av Skála, og uppflytararnir á Toftum, B68, skulu um Gøtueið at vitja GÍ, sum við góðum endaspurti í heyst lyfti seg upp á fimta pláss.

Sunnudagin 6. apríl verður 2. umfar, og tá fáa øll tey, sum ikki áttu heimavøll í fyrsta umfari, fótbóltsvitjan. Einasta undantakið verður Skála, sum eftir vitjanina í Runavík skal til Fuglafirðar. B36 er einasta liðið, sum bæði ætlast at hava heimavøll í 1. og í 2. umfari. GÍ fer at vitja B36 fyrsta sunnudagin í apríl.

Longu í 2. umfari verður klassikarin í Klaksvík millum KÍ og HB, á Svangaskarði verður B68 partur av grannauppgerð ímóti NSÍ, og EB/Streymur fer at vitja á Sandi.

 

HB vitjar EBS

Kappingarárið fer sambært uppskotinum frá FSF at enda síðsta leygardagin í oktober, tá ið 27. umfarið verður á skránni.

25. oktober eiga meistararnir í NSÍ – eins og í fyrsta umfari – heimavøll. Talan verður um kommunuuppgerð við Løkin, har Skála fer at vitja.

Tað er framvegis ógvuliga tíðliga á fótbóltsárinum. Eingin venjingardystur er spældur, og tí er eingin orsøk at gera so nógv burtur úr at meta um styrkir og veikleikar.

HB plagar oftast at standa seg væl, og út frá avrikunum síðsta heyst og hvussu teir hava mannað seg undan komandi kappingarári, so er tað lætt at ímynda sær, at silvurvinnararnir í EB/Streymi fara at bjóða seg fram í kappingini um fremstu plássini. Tí kann tað væl hugsast, at talan verður um rættuliga týdningarmikla uppgerð, tá ið HB í síðsta umfari fer at vitja EB/Streym.

Hinir dystirnir leygardagin 25. oktober: ÍF-B71, GÍ-KÍ og B36-B68.

Fótbóltssambandið sigur, at leygardagurin 31. mai og mikudagurin 4. juni eru settir av til at spæla landsdystir í, men at broytingar framvegis kunnu verða gjørdar.