Tað tók dygt, tá NSÍ í fyrsta steypadystnum á árinum tapti 1?0 á heimavølli móti Sumba. Tí var tað ikki torført hjá venjaranum, Trygva Mortensen, at seta sínar spælararar upp, tá teir sunnudagin vitjaðu í Sumba.
NSÍ vann 5?0. Teir í Runavík eru glaðir fyri sigurin, og teir eru serliga væl nøgdir við, at tað eydnaðist at fáa dystin frá hondini sunnudagin. Tí líkndini vóru einki serlig í Sumba. Har var eingin kavi, men har var nógvur vindur. NSÍ hevði vindin ímóti í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki øtlaði hann veðrið.
Málini
Fyrra umfarið var hálvrunnið, tá NSÍ fekk hol á. Gert Langgaard sneiddi fleiri av á baklinjuni í vinstru, og unglingaspælarin Brynjolvur Nielsen var púra blankur, tá Gert sendi út frá.
NSÍ var leikliga greitt omaná, og í 37. minutti øktu teir. Eftir uppspæl í vinstru sendi Jónstein Petersen til handara stólpa, har miðvallarin Sonni L. Petersen setti fótin á.
Sumbingar royndu at trýsta undan vindinum, og serliga fyrstu tíggju minuttirnar í seinna umfarinum leikaði á frammanfyri málið hjá Rúna Joensen. Men uppløgdu møguleikarnir vóru fáir. Birgir Jørgensen, sum í 1. hálvleiki úr góðari støðu eftir uppspæl úr høgru og innlegg hevði sent á málverjan, var púra leysur í 2. hálvleiki, men ta ferðina sendi hann við síðuna av málinum.
Verjan hjá sumbingum gjørdist alt leysari, og tá NSÍ økti til 3?0, fór luftin úr teimum á heimaliðnum. Triðja málið var eitt ordulig piltamál. Christian Høgni Jacobsen fangaði málspark frá sumbingum og sendi bóltin í tóma málið, og so gekk skjótt. Eftir innkast úr høgru og inn í brotsteigin snaraði Christian Høgni Jacobsen tveir av sær og smekkaði dygst niður við handaru stólparót. Mortan Hansen, sum síðsta hálva tíman loysti Gert Langgaard av, setti síðsta naglan í. Eftir horna úr vinstru royndi Sonni L. Petersen móti málinum, og Mortan Hansen rættaði bóltin av, so hann fór í kassan.
Saknaðu fleiri
Sumbingar hava ikki nógv fólk, og tí er tað altíð smeitur hjá teimum, tá onkrir av føstu monnunum eru burturfrá. Hesa ferð var Páll Magnar Kjærbæk skaddur. Jan Poulsen og Eirikur Joensen vóru heldur ikki við.
Hjá NSÍ var Ian Højgaard ikki við. Hann var burturstaddur, men hann verður tøkur aftur skírisdag.
Sumba: Egil Olsen ? Mortan úr Hørg, Bergur Vinther, Marlon Kjærbo, Spasojé Biberdzic, Tummas Jóhan Thomsen ? Hallur Dam Joensen, Nikola Biberdzic, Hans Jákup Thomsen ? Birgir Jørgensen, René Thomsen
NSÍ: Rúni Joensen ? Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Dánial Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Brynjolvur Nielsen, Djóni N. Joensen, Jónstein Petersen ? Christian Høgni Jacobsen, Gert Langgaard