NSÍ sektaði mistøkini hjá Skála

Silvurvinnararnir gjørdu sær dælt av brotssparki, sum var fullkomuliga óneyðugt og av misskiljing millum málverja og miðverja hjá skálamonnum

NSÍ gjørdi tað, sum teir skuldu, tá ið Skála vitjaði við Løkin. NSÍ vann 2?0, teir fingu trý stig á kontoina, og teir komu undan trýstinum, sum tað altíð er at vera stórfavorittur á heimavølli ímóti liði, sum av mongum verður roknað millum mest uppløgdu evnini at detta niður í lægri deild.
Men tað vóru avgjørt glottar at hóma á Skála liðnum, sum í løtum í fyrra hálvleiki og eisini fyrstu løtuna eftir steðgin vísti frægasta fótbóltsspælið, sum var at síggja. Serliga vóru tað sentralu miðvallararnir, sum vóru skilagóðir. Ársins spælari í hondbóltinum, Sveinur Justinussen, sum bara hevur vant, síðani eina viku eftir at hondbóltskappingin var av, gjørdi so at siga einki mistak. Hann dugdi væl at søkja røttu støðurnar, og hann valdi altíð einfaldu avspælingarnar. Aleksander Jovevic vísti eisini gott hegni, og hann er heilt víst fongur hjá Skála, serliga um hann minnist til at sleppa sær eitt vet skjótari av við bóltin, enn hann í so ofta gjørdi hesa ferð.
Trupulleikin hjá skálamonnum var, at teir ikki megnaðu at spæla seg til upplagdar møguleikar. Jens Martin Knudsen í NSÍ málinum var so at siga arbeiðsleysur. Sjálvandi kom tað illa við hjá Skála, at einasti landsliðsspælarin hjá teimum, Jónhard Frederiksberg, longu miðskeiðis í fyrra umfarinum noyddist at taka av seg vøllinum, tí hann hevði fingið meint spar í knæið. Pétur Geir Svavarsson loysti av. Íslendingurin er komin til Skála fyri góðum mánað síðani, men hann er ikki so mikið sannførandi, at hann er upplagt fyrsta val sum álopsspælari í staðin fyri Boga Gregersen.

Styrkin at sekta
NSÍ arbeiddi nógv, men teir høvdu trupult við at fáa fótbóltsspælið at hanga saman. At Gerg Langgaard og Kári Hansen ikki vóru við var stórur saknur. Í álopinum stríddust brøðurnir Helgi og Sonni L. Petersen, og teir vóru uppií so at siga hvørja ferð, tá ið vandi var frammanfyri málið hjá Eugen Voda. Í 1. hálvleiki royndi Helgi eftir fríspæling frá bróðrinum at lyfta upp um Skála málverjan, sum fekk fingurin á, og í 2. hálvleiki, tá ið støðan var 1?0, hevði Sonni eftir fríspæling fra Iani Højgaard, stóran møguleika úr stuttari fjarstøðu í vinstru. Hann var eitt sindur trongdur, og málverjin fekk hondina á bóltin.
NSÍ setti hol á, tá ið tað restaðu átta minuttir av fyrra umfarinum. Lassin Isaksen bríkslaði fyri brotssparki, sum skálamenn púra óneyðugt høvdu framt. Eftir innkast í vinstru var Sjúrður Jacobsen afturi við baklinjuna á veg úr brotsteiginum, tá ið beinini vórðu tikin undan honum. Brynjolvur Nielsen var enn eina ferð tryggur úr ellivu metrum.
Eftir at Skála fyrstu løtuna eftir steðgin hevði verið væl við, setti heimaliðið teir upp á pláss. Skála spælararnir vórðu so mikið kroystir, at teir gloymdu ella ikki kendu seg at hava tíð at spæla. Sentralu miðvallararnir vórðu lopnir um, og so øktist trýstið á teirra verju.
Spenningurin og harvið intensiteturin hvarv, tá ið tað restaðu átta minuttir, og aftur var talan um verjumistak. Brynjolvur Nielsen legði úr høgru og fram ímóti brotsteiginum. Agnar Højgaard hevði møguleikar at beina bóltinum butur, men hann drálaði ? ivaleyst tí hann roknaði við, at málverjin skuldi taka bóltin ? og so stakk arbeiðssami Sonni L. Petersen seg fram ímillum teir báðar, sneiddi framvið málverjanum og setti í málið.
Jógvan Martin Olsen hevði valt at geva unga Jústinus Hansen møguleikan í høgru fyri skadda Gert Langgaard. Ungi maðurin hevði í fyrra umfarinum stóran møguleika at skjóta mál, men tað miseydnaðist. Eftir frísparksinnlegg frá Sjúrði Jacobsen var Jústinus leysur, men royndin fór omanfyri málið. Hann man kortini fara at skjóta mál um ikki so langa tíð.

NSÍ?Skála 2?0 (1?0)
1?0: Brynjolvur Nielsen br 38.
2?0: Sonni L.Petersen 83.
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen ? Jústines Hansen (75: Andy Olsen), Ian Højgaard, Rúni Rasmussen, Jónstein Petersen (88: Áki L. Hansen) ? Sonni L. Petersen, Helgi L. Petersen
Skála: Eugen Voda ? Arnold Berg, Dusan Jaic, Agnar Højgaard, Iulian Floresco ? Hanus Thorleifsson, Alexander Jovevic, Sveinur Justinussen, Alexandur Johansen ? Pétur Geir Svavarsson, 25.), Bogi Gregersen