NSÍ setti futt í stevnuhýrin

Luftin fór fullkomuliga úr Víkingi, ið misti 2-0 leiðslu, sum í seinna hálvleiki varð vend til 4-2 NSÍ sigur

Lagið í NSÍ leguni er sera gott í kvøld. Eftir tríggjar dystir á rað, har tað ikki eydnaðist at vinna, hevur NSÍ í kvøld vunnið stevnudystin ímóti Víkingi 4-2. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 2-0 til Víking.

Tá ið ein tími var farin, noyddust tveir av landsliðsspælarunum hjá Víkingi - Bárður J. Hansen og Sølvi Vatnhamar - av vøllinum. Tá var støðan 2-1 til Víking. Ein lítlan hálvan tíma seinni vísti máltalvan 4-2 til NSÍ, og soleiðis endaði dysturin.

 

Stóru menninir í framrættaða partinum hjá NSÍ vóru í kvøld – sum ikki einaferð – Klæmint A. Olsen og Árni Frederiksberg, sum skoraðu tvey mál í part.

Árni Frederiksberg minkaði um munin til 2-1 tíggju minuttir eftir steðgin. Hann sendi innfyri úr høgru, og bólturin sigldi í málið. Lítla løtu, eftir at hann var innskiftur, var Magnus Jarnskor óheppin at gera brotsspark ímóti Jóhan Jacobsen. Klæmint A. Olsen umsetti til mál, og so var 2-2.

 

Tá ið tað restaði eitt korter, legði Klæmint A. Olsen NSÍ framum, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt innfyri úr høgru, og Árni Frederiksberg staðfesti rimmar avrikið og trivaliga heimasigurin, tá ið hann tólv minuttir undan dystarenda tamdi hegnisliga eftir innlegg frá innskifta Jann Martin Mortensen úr vinstru og skoraði til 4-2.

 

Víkingur var ikki at kenna aftur, eftir at tveir av stuðulsspælarunum noyddust av vøllinum. Í fyrra hálvleiki var tað Hans Pauli Samuelsen, sum beinanvegin legði Víking framum við skoti úr spískum í vinstru, og Hans Pauli Samuelsen misnýtti brotsspark, sum Símun Rógvi Hansen bjargaði, áðrenn Hans Pauli Samuelsen økti til 2-0.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at NSÍ nú er eitt stig frammanfyri B36 og eitt stig aftanfyri Víking.

Tað eru fimm stig frá NSÍ og fram til toppliðið KÍ, sum seint seinnapartin í morgin fer at spæla í Gundadali ímóti B36!

 

NSÍ-Víkingur 4-2 (0-2)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 1.

0-2: Hans Pauli Samuelsen 40.

1-2: Árni Frederiksberg 56.

2-2: Klæmint A. Olsen br 65.

3-2: Klæmint A. Olsen 75.

4-2: Árni Frederksberg 79.

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Johan Jacobsen, Jens Joensen, Per Langgaard, Monrad Holm Jakobsen - Høgni Madsen, Nikolaj Køhlert (Magnus H. Olsen, 82.), Pól Jóhannus Justinussen - Árni Frederiksberg (Petur Knudsen, 90.), Klæmint A. Olsen, Jonleif Højgaard (Jann Martin Mortensen, 63.)

Gult kort: Per Langgaard, Jens Joensen, Magnus H. Olsen

Venjari: Anders Gerber

Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen (Gunnar Vatnhamar, 61.), Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Jákup Vatnhamar Olsen - Sølvi Vatnhamar (Magnus Jarnskor, 61.), Heðin Hansen, Gert Hansen - Philip Djordjevic, Finnur Justinussen, Hans Pauli Samuelsen (Andreas Lava Olsen, 81.)

Gult kort: Magnus Jarnskor, Heðin Hansen, Atli Gregersen

Venjari: Sámal Erik Hentze