NSÍ skal prógva seg

Aftur í dag verður tað toppur ímóti botni í Effodeildini. 07 Vestur og NSÍ hittast í Sørvági.

Ein dystur verður spældur í Effodeildini í dag. Hann verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur, sum er á næstaftasta plássi, fær vitjan av NSÍ, sum er nummar trý.


NSÍ hevur hildið samband við oddaliðini, Víking og KÍ, men eitt óvæntað tap ímóti Skála í seinasta dystinum undan summarsteðginum kom illa við, og NSÍ hevur neyvan ráð til fleiri slíkar snávingar.


07 Vestur stríðist í hinum endanum av stigatalvuni. Liðið hevur einans vunnið ein út av seinastu níggju dystunum, og tað eru í løtuni trý stig upp til EB/Streym og bjargingina.


NSÍ sær út til at hava allar mans tøkar til dystin í dag. Hjá 07 Vesturi mangla Martin Tausen og Asbjørn Heðinsson, sum hava leikbann, umframt Gunleif Magnusarson, ið er skaddur.


Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum ímillum 07 Vestur og NSÍ, sum byrjar kl.17.00. Eisini in.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.