NSÍ skoraði seks mál í hálvan tíma

Dánial Hansen, sum ikki hevur spælt í NSÍ álopinum síðani í dreingjaárunum, gjørdist stóri maðurin, tá hann skoraði fýra mál, meðan sumbingar hugdu at

Kanska var mettan ov stór hjá sumbingum. Í hvussu so er, sást tað týðuligt, at svongdin hjá NSÍ eftir at fáa stig og vinna var øgilig, tá teir hvítusunnuaftan vóru suðuri á Krossinum í Sumba.

Gestirnir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini. Málið tóktist vera, at brúka breiddina á vøllinum og at spæla skjótt fyri at sleppa undan nærdystunum, og tað eydnaðist væl. Sumbingar lógu ov langt frá monnunum, og teir vóru langt í frá so ágangandi, sum teir ofta hava verið. Men hóast NSÍ hevði eina røð av møguleikum í fyrra umfarinum, so eydnaðist teimum ikki at fáa mál. Teir raktu í stólpan, og teir komu inn um Eigil Olesen, men teir sendu í skeivu megin í síðunetið.

Í fyrra umfarinum høvdu sumbingar ein hampuliga stóran møguleika, men Tomajek sendi við síðuna av. Í 2. hálvleiki hevði Sumba heilt lítið at siga. Teir sendu onkrar høgar bóltar í brotsteigin, men tað spurdust ongantíð veruligur málmøguleikar burturúr.


Broytingarnar

Trygvi Mortensen mundi hava havt sítt at hugsa um í vikuni upp undir tað, ið ivaleyst væl kundi havt verið lagnudysturin hjá honum sum venjara. Eftir at hava tapt fýra ferðir upp í slag, var kravið trý stig, og sjálvt um tað ikki eydnaðist at fáa hol á undan steðginum, so var sigurin rudduligur.

Tá B36 vitjaði í Runavík, var verjumaðurin Kári Hansen á miðvøllinum. Tað riggaði einki serligt. Í Sumba var Kári aftur í miðverjuni, har hann og Arnfinn Langgaard hildu púra tætt. Dánial Hansen hevur ikki havt tann undanvindin í miðverjuni og á miðvøllinum, sum góðu fótbóltsevnini áttu at borið við sær.

? Dánial plagdi at spæla í álopinum í yngru deildunum. Vit mettu tað vera eina roynd at seta hann í álopið fyri at vita, um hann framvegis hevði máltevið. Hann er góður við høvdinum, hann hevur góðan bóltførleika, og fótbóltsskilið áttu at havt við sær, at hann og Gert Langgaard kundu fáa gagn av hvørjum øðrum. Tíbetur vísti hetta seg at eydnast væl, tí úrtøkan var stór, sigur Trygvi Mortensen, sum vónar, at tey trý stigini í Sumba fara at økja um áhugan fyri fótbóltinum á stevnuni, sum verður í Runavík um vikuskiftið.


Dánial og málini

NSÍ fekk hol á, tá seinna umfarið var eitt lítið korter gamalt, og síðsta hálva tíman skoraðu teir seks ferðir. Teir høvdu møguleikar til uppaftur fleiri mál, men royndirnar vóru kanska ikki altíð so nærlagnar síðstu løtuna. Tá vóru teir á heimaliðnum bara níggja á vøllinum. Miðvallararnir Hallur Dam Joensen og Eirikur Joensen fingu boð um at fara av vøllinum, tá teir sóu gula kortið aðru ferð. Hallur reyk út, tá 70 minuttir vóru farnir, og Eirikur reyk út, tá tað restaðu seks minuttir.

Djóni N. Joensen var komin afturíaftur eftir skaðasteðg í fleiri vikur. Tað styrkti um tyngdina á miðvøllinum, og Djóni skoraði fyrsta málið, tá hann stýrdi hornasparksinnleggi úr høgru frá Eddie Mikkelsen í málið.

Og so skoraði Dánial Hansen hartrikk. Fyrst stútaði hann hornasparksinnlegg úr høgru frá Sjúrða Jacobsen í málið, so skoraði hann eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Gert Langgaard, og so fór hann einsamallur og setti bóltin framvið Eigili Olsen.

Gert Langgard var leystur í brotsteiginum, tá hann økti til 5?0, og tað var ein góður minuttur eftir, tá Dánial staðfesti rimmarsigurin. Tað gjørdi hann, eftir at Ian Højgaard var vorðin leysur í vinstru, hevði drigið inn við baklinjuni og spældi útfrá.


Sumba:

Eigil Olesen ? Mortan úr Hørg, Spasojé Biberdzic, Marlon Kjærbo, Hans Jákup Thomsen, Bergur Winther ? Hallur Dam Joensen, Eirikur Joensen, Nicola Biberdzic, Spasoje Tomajek ? René Thomsen


NSÍ:

Rúni Joensen ? Brynjolvur Nielsen, Arnfinn Langgaard, Kári Hansen, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Eddie Mikkelsen ? Gert Langgaard, Dánial Hansen.

Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.

Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.

-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.