NSÍ slapp við skrekkinum

Andy Ó. Olsen tvær ferðir brotsspark til mál, men tað var ikki nóg mikið hjá ÍF at vinna stig frá NSÍ, ið aftur er á silvurplássi

Fuglfirðingar tevjaðu blóð, tá ið teir í ÍF og NSÍ eftir fyrra hálvleik fóru undir tak í nýggja og snotuliga ÍF húsinum. Eitt sovorðið hús ella onnur nýggj høli droyma teir um skulu verða veruleiki í Runavík um ikki so langa tíð.

At tað ikki eru hølini, sum eru avgerandi fyri fótbóltsligu dygdina, varð staðfest í Fuglafirði.

Hóast Andy Ó. Olsen við brotssparki átta minuttir undan steðginum legði ÍF á odda, so vann NSÍ 3-2. Tølini siga, at NSÍ vann átta hornaspørk, og ÍF vann trý hornaspørk. Men í málmøguleikum var eingin munur.

-Vit vóru partur at spennandi og lívligum dysti, har tað vóru støður og møguleikar í báðum endum. Vit harmast um, at stórt dómaramistak var orsøkin til, at vit ikki vunnu í hvussu so er eitt stig. Bólturin var langt úti, og tað átti at verið innkast til okkum, men í staðin valdi dómarin at bríksla fyri uppkasti og geva NSÍ bóltin. Teir takkaðu fyri og skoraðu í støðu, sum átti at verið dømd okkum til fyrimunar, harmast annar av ÍF venjarunum Hans Jørgen Djurhuus.

-Vit spældu væl í fyrra hálvleiki, men tað eydnaðist ikki at skora mál. Teir fingu mál við brotssparki, men eftir steðgin eydnaðist tað í fjúrtan minuttir at skora trý mál. Nú hugsa vit um næsta dyst, sum verður ímóti Víkingi. Vit vóna, at tað fer at eydnast at røkka plássið í Europa, men vit hugsa bara um ein dyst, og tað er tann ímóti Víkingi, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

Tólv minuttir eftir steðgin var Klæmint A. Olsen upp á spæl, tá ið hann javnaði til 1-1. Hetta var trettanda málið hjá Klæminti í landskappingini í ár. Hann hevur verið toppskjútti nógvu av undanfarnu árunum, og nú fer tað at líkjast hjá honum. Tað eru tvey mál fram til toppskjúttan, sum er Uros Stojanov hjá ÍF, ið hevur skorað 15 mál.

Í dag hevði Uros Stojanov tvær góðar royndir ímóti NSÍ málinum. Tann fyrra var miðskeiðis í seinna hálvleiki og sjey minuttir eftir, at NSÍ hevði lagt seg framum 2-1. Mórits Heini Mortensen, sum var millum teir fyrstu ellivu, skoraði til 2-1 bara fýra minuttir eftir, at Klæmint A. Olsen hevði javnað.

Tíggju minuttir eftir, at Mórits Heini Mortensen hevði skorað til 2-1, økti Petur Knudsen um munin til 3-1. Hetta var fjúrtanda málið hjá Peturi Knudsen í ár. Nú er hann bara eitt mál frá sjálvum máltindinum.

At leiðslan var tvey mál sá út til at bera við sær, at øll stigini fóru til Runavíkar, og soleiðis varð tað. Men tað var ein hvøkkur, tá ið Andy Ó. Olsen tíggju minuttir undan leikloki enn einaferð umsetti brotsspark og mál. Harvið var 3-2, og spenningurin helt sær, inntil Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð.

Uros Stojanov hevði eina roynd, men Tórður Thomsen í NSÍ málinum bjargaði, og síðstu minuttirnar var tað tættari við, at NSÍ fór at økja um leiðsluna, heldur enn at ÍF fór at javna.

NSÍ hevur nú 53 stig og er næstfremst – tvey stig frammanfyri KÍ. NSÍ hevur spælt 23 dystir, og KÍ hevur spælt 21 dystir.

ÍF er á sætta plássi við 23 stigum. Tað eru 21 stig fram til Víking og trý stig aftur til EB/Streym.

Leygardagin fær NSÍ vitjan av Víkingi, og sunnudagin skal ÍF til Klaksvíkar.