NSÍ tvey mál í síðstu løtu

Løgmanssteypið: Undirmannaðir vágbingar trýstu nógv í 2. hálvleiki, men síðstu løtuna fingu teir ein dyggan undir vangan

Hóast vágbingar í meiri enn ein hálvan tíma vóru undirmannaðir, so sá tað fimm minuttir fyri leiklok út til, at teir skuldu fáa løn fyri, at teir mest sum alt seinna umfarið høvdu trýst spælið yvir á hálvuna hjá NSÍ.

Útjavnandi málið fingu teir eftir fríspark úr høgru. Milan Kulic legði innfyri, og eftir øgiligan ruðuleika, har fleiri lógu eftir á válinum, eydnaðist tað Eyðun Jacobsen at pota bóltin inn um Rúna Joensen, NSÍ málverjan, sum var ein av teimum, ið hesa løtuna lá á vøllinum.

At VB síðani 57. minuttin hevði verið undirmannað komst av, at miðvallarin Tórður Holm sá reytt, tí hann eftir nærdyst hevði hevnt seg. Harmuligt og ivaleyst kostnaðarmikið hjá VB, sum sunnudagin spældi uttan Krzystof Popczynski, sum var leikbannaður eftir reyða kortið móti KÍ.

Tá fyritreytirnar vóru soleiðis, var tað skiljandi, at vágbingar fegnaðust um útjavnandi málið. Men fagnaðurin mundi vera í so stórur. NSÍ gav bóltin upp, Eddie Mikkelsen, sum var komin á vøllin tíggju minuttir frammanundan, sendi móti málinum, og Christian Høgni Jacobsen var fyrstur á returinum, eftir at Bjarni Johansen hevði hálvbjargað.

So flutti VB alt fólkið fram, og í síðstu løtu økti NSÍ um munin. Innskifti Mortan Hansen var púra kaldur, tá hann hevði eitt kúfóður fyri seg sjálvan. Álopsmaðurin, sum var komin á vøllin tjúgu minuttir frammanundan, fór framvið málverjanum, áðrenn hann trillaði bóltin í kassan.

Longu í 3. minutti setti NSÍ hol á. Gert Langgaard stakk bóltin inn um verjuna, og miðvallarin Ian Højgaard skoraði. Løtuna aftaná hevði NSÍ fýra stórar møguleikar, men Ian Højgaard og Christian Høgni Jacobsen misnýttu.

Tá hálvur tími var farin, kom VB fyri seg. Teir fingu nógv betri tak á, teir trýstu nógv, men tað var ikki ofta, at teir settu nýggja málverjan hjá NSÍ undir stórt trýst. Longu tá 22 minuttir vóru farnir noyddist Kári Hansen hjá NSÍ at taka seg burturúr. Brynjolvur Nielsen loysti hann av.

VB: Bjarni Johansen ? Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Janus Kjærbo, Tórður Holm, Milan Kulic, Petur Óli Samuelsen? Jón Pauli Olsen, Robert Cieslewicz

NSÍ: Rúni Joensen ? Kári Hansen, Dánial Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Sonni L. Petersen, Djóni N. Joensen, Ian Højgaard, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Christian Høgni Jacobsen

jh