Jákup Mortensen úr NSÍ segði sunnukvøldið, at felagið enn ikki hevði viðgjørt spurningin, men at tað fór at verða tikið upp á nevndarfundi, sum skuldi vera í gjárkvøldið.
Hann metir annars, at hetta er eitt somikið stórt mál, at tað átti at verðið lagt fram á fundinum millum FSF og feløgini, áðrenn tað fór til aðalfundin.
? Hetta er eitt somikið týdningarmikið mál, at ein eigur at seta seg niður og tosa um fyrimunir og vansar. Sjálvur haldi eg ikki, at málið er búgvið at koma fyri aðalfundin. Vit kenna als ikki avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum, og vit vita ikki, hvussu tað kann ávirka teir yngru spælararnar, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, við Sosialin.
Hann ber eisini ótta fyri, at um hetta gongur ov vítt, kann tað koppa onkrum felagi. Hann vísir á, at tá útlendingar skulu til Føroyar at spæla, er tað eisini ein spurningur um pengar, og um alt ikki gongur eftir ætlan, og feløgini koma í fíggjarligar trupulleikar, kann tað í ringasta føri gera, at felagið steðgar upp.
Hann sigur, at NSÍ komandi kappingarár fer at hava tveir útlendingar á liðnum. Annar er spælandi venjarin Milan Cimburovic, sum í fjør var venjari hjá Royn, og hin er málmaðurin Dejan Milanovic, sum eisini spældi við liðnum í fjør.
? Um so er, at talið av útlendingum verður hækkað, rokni eg kortini ikki við, at vit fara at fáa okkum fleiri útlendingar, sigur Jákup Mortensen.
? Vit líta á okkara egnu spælarar, og um tú skalt hava eitt gott lið, mást tú hava eina góða grundstammu. Og hana fært tú ikki við útlendingum.
NSÍ-formaðurin roknar við, at tað verður ein styrkur at fáa Helga L. Petersen og Gert Langgaard við aftur. Teir spældu ikki so nógv í fjør, tí teir vóru nógv skaddir. Og so er veteranurin Abraham Hansen eisini byrjaður at venja.
NSÍ var í fjør sera nær við at spæla seg til europeiska luttøku í ár, men tapið í seinastu minuttunum av seinasta dystinum móti B68 gjørdi, at GÍ í staðin fór avstað við seinasta føroyska Europa Cup-plássinum.