Upptakt
6. mai skuldu FS Vágar og NSÍ havt spælt í Miðvági. Av serligum umstøðum varð dysturin útsettur. FSF gjørdi av, at hann skuldi spælast í kvøld. NSÍ hevur sambært heimasíðuni hjá felagnum gramt seg hjá Fótbóltssambandinum um, at teir eru undir órí muliga stórum trýsti. Teir spældu landskappingardyst fríggjadagin, fyrru hálvfinaluna í steypakappingini sunnudagin, landskappingardyst í kvøld og aftur sunnudagin, seinnu hálvfinaluna í steypakappingini komandi hósdag og aftur landskappingardyst annan sunnudag. Tí høvdu teir vilja havt útsetta dystin í Miðvági spældan fyrst í juni.
Men FSF hevur staðið við sína avgerð, og NSÍ skal tískil vestur í Vágar í kvøld.
Hjá NSÍ eru Sjúrður Jacobsen og Ian Højgaard leikbannaðir. Teir fingu báðir reytt kort í Klaksvík síðsta sunnudag. Kári Hansen var leikbannaður sunnudagin, tí hann fekk reytt kort ímóti B68 dýra biðjudag. Hann verður við aftur í kvøld.
Hjá FS Vágum er hýrurin góður, eftr at teir megnaðu at koma av Sandi við øllum trimum stigunum. Allir spælararnir, sum vóru tøkir ta ferðina, eru eisini tøkir í kvøld.
Í fjør hittust FS Vágar og NSÍ í øðrum umfari í Sørvági. Ta ferðina endaði tað 3?3.