Longu klokkan 13 verður spælt í Vági. Hetta so dysturin ikki rennur saman við kappróðurin á jóansøku.
Eftir stigatalvuni at døma er NSÍ greiður favorittur, men hóast talan er um topp ímóti botni, so eru leiklutirnir neyvan heilt so greiðir kortini.
VB/Sumba hevur veruliga ment seg seinnu dystirnar. Teir hava ikki tapt í trimum dystum, og nú verður meddað eftir at ota seg heilt nær KÍ, ið er liðið beint oman fyri niðurflytingarstrikuna.
Báðir partar hava væntandi allar mans tøkar. Hjá VB/Sumba er Súni úr Hørg tøkur aftur, eftir at hann hevur havt leikbann. Hjá NSÍ hava Bogi Løkin og Anderson verið ivasamir, men roknað verður tó við, at teir fáa spælt.