NSÍ fær tilgongd úr HB

Betri deildin kvinnur: Sara Samson Lamhauge hevur skift HB út við NSÍ

Mynd: (NSÍ) Sara Samson Lamhauge og formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen

NSÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið tilgongd av Saru Samson Lamhauge, sum síðani 2016 hevur spælt við HB. Hon skiftir sostatt saman við fyrrverandi venjaranum hjá kvinnunum hjá HB, Allani Dybczak, sum er nýggjur venjari hjá NSÍ kvinnunum.

 

- Vit kunnu í kvøld kunngerða, at vit hava skrivað sáttmála við ein spennandi spælara á kvinnusíðuni. Talan er um skjótt 22 ára gomlu Sara Samson Lamhauge, sum skiftir úr besta liðnum hjá HB, har hon hevur spælt síðan 2016. Síðan 2015 hevur Sara umboðað øll landsliðini, og eitt skifti var Sara í Italia og spældi við Apulia Trani, skrivar NSÍ og leggur afturat:

 

- Eftir ein stuttan steðg vegna barnsburð, var Sara aftur á liðnum hjá HB í summar. Talan er um ein sera spennandi spælara, sum tekur ábyrgd.

 

NSÍ bleiv nummar tvey í landskappingini í ár.

 

Mynd: (NSÍ) Sara Samson Lamhauge og formaðurin í NSÍ, Karstin Joensen