NSÍ hongur í við stórsigri

ÍF legði í kvøld rygg til enn eitt stórtap - hesaferð ímóti NSÍ, sum tí framvegis er væl við í FM-stríðnum.

Seinasti dysturin í 19. umfari varð leiktur við Løkin í Runavík í kvøld, har ÍF var á vitjan hjá NSÍ. Tað hvíldi eitt vet av trýsti á NSÍ undan dystinum við tað at tað kravdi trý stig fyri at hanga í oddaliðnum B36, men trýst ella ei – teir meistraðu tað avbera væl og smurdu kreppurakta ÍF-liðið av.


Hóast fyrri hálvleikur næstan hálvrunnin áðrenn NSÍ fekk hol á, so náddu teir at skjóta heili fýra mál henda hálvleikin. Við tveimum málum frá Pól Jóhannusi Justinussen og einum í part frá Klæminti A. Olsen og Jens Joensen, var NSÍ á odda heili 4-0 í hálvleikssteðginum.


Seinni hálvleikur var fáar minuttir gamal, tá ið Predrag Markovic bjargaði brotssparki frá Klæminti A. Olsen, men tað gekk ikki leingi áðrenn NSÍ økti til 5-0. Málskjútti var aftur hesaferð Pól Jóhannus Justinussen, sum harvið fekk hattrikk og varð fagnaður í útskifting góðar 20 minuttir fyri leiklok.


Seinastu løtuna fór luftin úr dystinum, men nakrar minuttir fyri leiklok eydnaðist tað tó ÍF at pynta um úrslitið, tá ið Karl Løkin við beineleiðis frísparki minkaði um munin til 5-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


Við sigrinum er NSÍ nú aftur einans tvey stig frá oddaliðnum B36. Næsta sunnudag verður Gundadalur karmur um satt oddabrak, tá ið júst B36 og NSÍ bresta saman. ÍF verður verandi á 20 stigum og hevur framvegis ikki vunnið ein dyst síðani 31. mei.


in.fo hevði beinleiðis frásøgn frá dystinum í kvøld, og hon kann lesast niðanfyri:

 

_____

 

 

NSÍ – ÍF 5-1 (4-0)

1-0: Pól Jóhannus Justinussen, 21.

2-0: Pól Jóhannus Justinussen, 37.

3-0: Klæmint A. Olsen, 40.

4-0: Jens Joensen, 44.

5-0: Pól Jóhannus Justinussen, 58.

5-1: Karl Løkin, 86.

 

 

Liðugt: 5-1. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg tey trý stigini skuldu fara.

 

90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat vanligu leiktíðini.

 

 

88min.: Innskifti Jónhard Frederiksberg er tætt við at koma á máltalvuna, men Predrag Markovic bjargar skotroyndini til hornaspark.

 

 

86min.: Mááááál! 5-1! Við beinleiðis frísparki minkar Karl Løkin um munin til 5-1.

 

 

83min.: Tað fer so smátt at líða ímóti dystarenda, og tað merkist. Luftin er farin úr dystinum. Magnus H. Olsen hevur júst roynt seg við langskoti, men hann rakti ikki málið.

 

 

74min.: ÍF skiftir út. Áki Petersen fer av øllinum, og á vøllin kemur fyrrverandi NSÍ-legendan, Sjúrður Jacobsen, sum fær eitt klapp frá áskoðarunum í Runavík sum hann kemur rennandi á vøllin.

 

 

71min.: Hattrikk-kongurin, Pól Jóhannus Justinussen, verður útskiftur, og í hansara stað kemur Jónhard Frederiksberg.

 

 

69min.: Luftin er farin úr dystinum, sum langtsíðani er avgjørdur. ÍF roynir at byggja spælið upp og er eitt sindur betur við, men NSÍ er enn sum áður vandamikið á tá ið farið verður frameftir.

 

 

64min.: Útskiftingarnar halda fram. Gamli málrevurin hjá NSÍ, Christian Høgni Jacobsen, kemur á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen.

 

 

61min.: Nú fremur ÍF eisini eina útskifting. Frank Poulsen avloysir Nenad Saric.

 

 

59min.: NSÍ fremur sína fyrstu útskifting. Hákun Edmundsson fer av vøllinum, og í hansara stað kemur 17 ára gamliMichal Przybylski.

 

58min.: Mááááál! 5-0 til NSÍ! Nú gekk ikki longur hjá ÍF í seinna hálvleiki heldur. Magnus H. Olsen langar til eftir hornasparksinnlegg og Pól Jóhannus Justinussen stýrir bóltin seinasta pettið inn um málstrikuna. 5-0 og hattrikk til Pól Jóhannus Justinussen!

 

57min.: Framúr spæl hjá NSÍ, sum endar við, at Predrag Markovic má hála enn eina stórbjarging úr ermuni. Hornaspark og ÍF undir viðvarandi trýsti.

 

55min.: Hóast teir eru á odda 4-0, so tykjast NSÍ-ararnir svangir eftir at fáa fleiri mál.

 

 

50min.: ÍF-ararnir skulu vera glaðir fyri, at NSÍ ikki er á odda meira enn 4-0. Nú var einans tríkanturin í vegin fyri, at Pól Jóhannus Justinussen fekk hattrikk.

 

 

48min.: Misnýtt brotsspark! Predrag Markovic ger brotsspark ímóti Klæmint A. Olsen, sum fangaði ÍF-afturlegging til málverjan, men Predrag Markovic - sum var misnøgdur við avgerðina hjá Petur Reinert - bjargar brotssparkinum, sum Klæmint sjálvur tók sær av.

 

 

46min.: Seinni hálvleikur er farin í gongd. Tað eru teir somu 22 menninir á vøllinum, sum vóru tað í fyrra hálvleiki.

 

 

Hálvleikur: Teir eru nú farnir at hvíla seg í Runavík, og støðan eftir fyrra hálvleik er tann, at NSÍ rætt og slætt hevur smurt ÍF av og er á odda 4-0.

 

 

44min.: Mááááál! 4-0 til NSÍ! Jens Joensen fangar ein leysan bólt í málteiginum eftir hornasparksinnlegg og prikar hann í málið til 4-0. Fullkomin upploysn í ÍF.

 

 

43min.: Í løtuni er ein lítil steðgur í spælinum, tí John D. Guðjónsson hjá ÍF hevur fingið ein snudd í høvdið.

 

 

40min.: Mááááál! 3-0 til NSÍ! Nú líkist tað enn einum avsmurningi til ÍF. Alt ov lættliga sleppur NSÍ í álop, og hesaferð endar tað við at bólturin verður spældur til Klæmint A. Olsen, sum stýrir bóltin í málið til 3-0.

 

37min.: Mááááál! 2-0 til NSÍ! Eftir ótrúliga gott uppspæl verður bólturin spældur útfrá til Pól Jóhannus Justinussen, sum krúllaði bóltin upp ímóti málhorninum og við hesum vakra 2-0-málinum nú er tvífaldur málskjútti.

 

35min.: Karl Løkin leggur bóltin væl innfyri, har Nenad Saric roynir seg við stútara, men Andras Gango er upp á pláss og bjargar.

 

30min.: Eitt innlegg til pannuna hjá Klæminti A. Olsen endar við, at toppskjúttin í føroyskum fótbólti stútar upp um málið.

 

27min.: ÍF smæðist ikki burtur og tað gongur við nógvari ferð báðar vegir.

 

 

24min.: Árni Frederiksberg langar eitt innlegg innfyri málið, har tað er um reppið, at Pól Jóhannus Justinussen aftur fær høvdið á bóltin.

 

22min.: ÍF roynir at svara aftur alt fyri eitt. Teir vinna sær hornaspark, men eftir eitt sindur av aftur og fram endar bólturin hjá Andras Gango.

 

21min.: Mááááál! 1-0 til NSÍ! Eftir frálíkt innlegg frá Hákuni Edmundsson er tað Pól Jóhannus Justinussen, sum stútar NSÍ á odda 1-0.

 

 

20min.: NSÍ heldur fram við at trýsta. Árni Frederiksberg og Magnus H. Olsen hava roynt seg við langskotum, men í báðum førum hevur Predrag Markovic bjargað til horna. Í løtuni eigur Predrag heiðurin fyri at ÍF ikki er aftanfyri.

 

 

14min.: Risa møguleiki til NSÍ! Eftir ÍF-misskiljing gerst Árni Frederiksberg púra leysur, men Predrag Markovic tvísporar úr málinum og fær prikað bóltin av honum.

 

 

12min.: Nú gekk aftur hinvegin, og boð vóru eftir Andras Gango, sum bjargaði skotroynd til hornaspark.

 

11min.: Nú var tætt við! ÍF spælir bóltin aftur til Predrag Markovic, sum kemur undir trýst og missir bóltin til Klæmint A. Olsen, sum tó ikki fær rættiligt skot á og bólturin fer heilt út til innkast. NSÍ-áleyparin hevði fleiri spælarar við sær, men hann gjørdi ov skjótt av.

 

 

10min.: Eftir innlegg stútar Klæmint A. Olsen ímóti málinum, men tað er ikki nógv ferð á og tað verður ongantíð vandamikið.

 

8min.: ÍF hevur nú spælt seg frameftir ta einu ferðina, men tað er NSÍ, sum hevur bóltin mest.


2min.: Jann Martin Mortensen roynir seg við skotroynd, men Predrag Markovic stórbjargar til hornaspark. NSÍ vinnur sær eitt hornaspark afturat, men einki spyrt burturúr teimum báðum.


1min.: Tað oysregnar við Løkin í Runavík.


Byrjunaruppstillingar:


NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen, Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen


ÍF: Predrag Markovic – Áki Petersen, Poul N. Mikkelsen, John D. Guðjónsson, Jan Ó. Ellingsgaard – Ari Ó. Ellingsgaard, Bogi R. Petersen, Nenad Saric, Andy Ó. Olsen - Karl Løkin – Clayton Soares


Dómari: Petur Reinert


Undan dystinum: Gestirnir úr ÍF hava ríkiligt at prógva í kvøld. Teir hava ikki vunnið í seinastu fýra royndunum, og seinast taptu teir stórt 4-0 ólavsøkuaftan ímóti B36. NSÍ hevur hinvegin ikki tapt í seinastu fýra dystunum, men í kvøld er trýst á teimum svørt-gulu at fáa øll trý stigini fyri at hanga í oddaliðnum B36.


NSÍ spælir í kvøld uttan Harald R. Højgaard (leikban), Jónleif Højgaard (skaði) og Monrad Holm Jacobsen (burturstaddur). Hjá ÍF eru Bartal Eliasen og Adeshina Lawal ikki við.