NSÍ og HB spæla finalu

Fyrsta bríkslið verður klokkan 20 á Tórsvølli, har tað nú er av fagrasta veðri

Tað vera NSÍ og HB, sum klokkan 20 fara at spæla finalu í fótbóltskappingini, sum í dag hevur verið í Gundadali.

HB vann allar sínar dystir uttan tann síðsta, tá ið úrslitið var málleysur javnleikur ímóti AB. Tá høvdu meistararnir longu frammanundan tryggjað sær finaluplássið.

Í síðsta umfarinum vann KÍ 1-0 á ÍF. Málskjútti var Jonas Flindt Rasmussen, sum skoraði fyrsta málið, síðani hann kom til Klaksvíkar.

Tað endaði 2-2 millum B36 og Víking. Lukasz Cieslewicz skoraði bæði B36 málini, og fyri Víking skoraðu Heðin Hansen og Magnus Gregersen. Frammanundan hevði B36 vunnið stórsigur – 4-0 – á EB/Streymi. Tá skoraðu Róaldur Jacobsen, Alex Mellemgaard, Karl Martin Danielsen og Hanus Thorleifsson.

Síðsti dysturin hjá NSÍ skuldi vera ímóti B68, men tá vóru toftamenn farnir til hús, og so vann NSÍ finaluplássið uttan at spæla.