Tveir teir seinastu landskappingardystirnir hjá NSÍ hava verið í høvuðsstaðnum, og báðu ferðirnar var úrtøkan soltin. Fyrru ferðina var úrslitið ímóti B36 í Gundadali 3-1 tap, og seinnu ferðina var talan um 3-1 tap á Argjum.
Nú er NSÍ á veg á ólavsøku og í Gundadal, har mótstøðuliðið klokkan 16 verður HB. Tá ið liðini 28. apríl hittust við Løkin, var úrslitið 4-0 sigur til HB. Síðani hevur NSÍ vunnið tvær ferð, tríggjar ferðir hevur úrslitið verið javnleikur, og tveir sigrar eru komnir til høldar – á heimavølli ímóti Víkingi og 07Vestur. Higartil hevur NSÍ bara vunnið eina ferð á útivølli – 3-2 á Argjum 19. apríl.
Setningurin í dag kennist vera stórur. Ólavsøkuhýrurin er sum vera man sera góður í HB. Oddbjørn Joensen og hansara menn hava fleiri tey seinstu umførini verið sjey stig frammanfyri ÍF. Í gjárkvøldið sá tað leingi út til, at ÍF ikki fór at megna at varðveita líta trýstið á oddaliðnum, men fuglfirðingar vístu moral og styrki, tá ið teir at enda stríddu og spældu seg til 2-1 sigur á B36, og harvið er HB undan dagsins dysti í Gundadali fýra stig frammanfyri ÍF.
Hóast HB sigurin á KÍ fyri viku síðani var trivaligur, so hevur leikliga avrikið fleiri ferðir fyrr í ár verið meiri sannførandi. Takið hjá venjaranum er at fáa sínar menn at hugsavna seg fult og heilt um avbjóðingina ímóti NSÍ. Allir í HB eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini.
Heðin Askham og NSÍ koma í Gundadal við nýggjum miðverja. Talan er um 21 ára gamla Andras Brixen Vágsheyg, sum fekk sína fótbóltsuppaling í HB. Allir hinir spælararnir hjá Heðini Askham eru tøkir.
HB-NSÍ: Petur Reinert í dag klokkan 16.00.