FS Vágar, sum flutti niður í 2. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt millum trý 1. deildarlið í bólki 1 í kappingini um løgmanssteypið.
Seinasti dysturin hjá vágamonnum í bólkinum varð spældur í Sørvági móti NSÍ sunnudagin, og runavíkingar vunnu 6-0.
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór, og eftir at Gert Langgaard hevði sett hol á, kundi tað bert ganga ein veg.
Hóast Mortan Hansen fekk tvey gul kort upp á fáar minuttir í fyrra hálvleiki, broytti tað einki, og sjálvt um NSÍ spældi seinasta tíman við tíggju monnum, øktist málmunurin støðugt.
Kasper Jacobsen økti til 2-0 áðrenn hálvleik, og í seinna hálvleiki fingu runavíkingar fýra mál afturat. Tey gjørdu Jónstein Petersen, Óli Hansen, Gert Langgaard og Kasper Jacobsen.
Sostatt vann NSÍ dystin 6-0, men støddin á sigrinum kundi verið 20-0, uttan at tað hevði broytt nakað. NSÍ skal framvegis vinna á KÍ mikukvøldið fyri at koma upp á 2. pláss í bólkinum ? málúrtøkan hevur einki at siga.
FS Vágar uttan Ari Thomasen vóru sjáldsamir gestir framman fyri NSÍ-málinum, men jugoslaviski málverjin Dejan Milanovic fekk víst síni evni við eini framúrskarandi refleksbjarging seint í dystinum. Men tá var dysturin langt síðani avgjørdur.
Spælt varð í Sørvági, har vøllurin er í sera ringum standi. Í støðum er eingin sandur, og har er lætt hjá spælarum at standa fastir í vøllinum. Har sum sandur er, var tað hinvegin sera hált sunnudagin, og sum skilst verða ikki fleiri dystir spældir í Sørvági. Frá nú av verða heimadystirnir hjá FS Vágum spældir í Miðvági og í Sandavági.
FS Vágar-NSÍ 0-6 (0-2)
0-1: Gert Langgaard
0-2: Kasper Jacobsen
0-3: Jónstein Petersen
0-4: Óli Hansen
0-5: Gert Langgaard
0-6: Kasper Jacobsen