Tað endaði við 3-0 heimasigri, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ í kvøld høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá EB/Streymi. Tá ið hesi bæði liðini 8. mars og í fyrsta umfari hittust við Margáir í Streymnesi, vann EB/Streymur 2-1.
Heimasigurin í kvøld ber við sær, at NSÍ hevur 13 stig og er á sjeynda plássi, og EB/Streymur hevur 16 stig og er á sætta plássi.
NSÍ var meiri í álopsstøðu enn gestirnir, men tað var ikki fyrrenn, at tað restaðu 20 minutti, at tað eydnaðist at fáa hol á.
Josva Signarsson skoraði fyrsta málið, og innskifti Áron Høj átti uppleggið. Hetta var annað málið hjá 17 ára gamla Josva Signarsson í næstbestu deildini í ár.
Átta minuttir seinni átti Josva Agnarsson uppleggið, tá ið NSÍ økti um leiðsluna. Hann sendi við fríparki úr høgru bóltin til handara stólpa, har Pól Jóhannus Justinussen úr stuttari fjarstøðu setti bóltin í málið.
Í síðsta minutti var tað Jógvan Højgaard, sum staðfesti 3-0 heimasigurin. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Uppleggið átti Teitur Knudsen.