Nú fer endiliga aftur at bera til at síggja filmin, Trøllabeiggi, í Føroyum. Tað boða tey frá í tíðindaskrivi í nú á miðdegi. Hendingarnar í filminum fara fram seinast í 1800'talinum. Tveir brøður búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at elsti beiggin er deyður, stríðast teir báðir, ið eftir eru, hvør í sínum lag fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Huglagið hevur íblástur úr millum annað klassiskum kovboy filmum, men í einum serføroyskum kovboy stíli: ein skerpi-western um man vil, har bæði ljóðið, litirnir, søgan - og allur filmurin sum hann er, er serføroyskur. Evni í filminum eru: Familja, trúgv, náttúra, ósemjur og stríð, skemt og arging, sterkar kenslur og deyði.
– Hetta er ein dygdarverkætlan har nøkur av bestu fakfólkunum innan vinnuna eru við, siga tey í tíðindaskrivinun. Gudmund Helmsdal er stigtakari, leikstjóri og framleiðari; Gudmund Helmsdal, Rakel Helmsdal og Torfinnur Jákupsson hava skrivað leikritið í felag. Búi Dam og Nicolaj Falk spæla høvuðsleiklutirnar. Rógvi Rasmussen filmaði, Sámal Blak og Ole Jakob Nielsen gjørdu pallin, Jonas Wagner klipti, Tróndur Bogason skrivaði tónleikin, Eivør Pálsdóttir syngur, Jón McBirnie ljóðblandaði, Johannus E. Johansen gjørdi visuellar effektir og Rúna Friis Kjær litviðgjørdi.
Trøllabeiggi hevur seinasta árið verið á yvir 100 festivalum kring knøttin og vunnið 84 virðislønir; seinast á Mumbai International Film Festival, sum er ein hin stórsti og mest víðagitni stuttfilmsfestivalinum í Suður Asia. Í Føroyum varð Trøllabeiggi vístur í Norðurlandahúsinum í 2020 í sambandi við Geytan, og í tí sambandi varð hann eisini vístur í Havnar Bio og í filmsfelagnum. Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í filminum síðani tá, so nú verður umsíðir møguligt hjá Føroyingum at síggja endaligu útgávuna.