Nú dragnar tað hjá sandoyingum

1. DEILD: Tað eydnaðist ikki B71 at styrkja um sína støðu, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í gjárkvøldið vóru á vitjan

Í gjárkvøldið hevði B71 gyltan møguleika at styrkja um sína støðu í kappingini um at flyta upp í bestu deildina, men tað eydnaðist ikki hjá sandoyingum at vinna seg inn á AB, sum er kappingarneytin.

 

Útsetti dysturin frá 15. umfari ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi var inni í Dal, og tað endaði við, at gestirnir fóru til hús við 2-0 sigri eftir málleysan fyrra hálvleik.

 

Bogi á Reynatrøð, sum ein minutt frammanundan varð skiftur inn, átti innleggið, tá ið gestirnir miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu hol á. Málskjútti var Martin Klein Joensen, sum av álvara tykist vera komin fyri seg aftur. Sunnudagin varð hann skiftur inn á besta liðið, og tá javnaði hann til 3-3 ímóti NSÍ.

 

Klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina, tá ið 2-0 sigurin varð staðfestur. Tað var við brotssparki, sum Kaj Leo í Bartalsstovu umsetti til mál. Hetta var fyrsta málið hjá Kaj Leo í føroyskum fótbólti í 12 ár.

 

Kaj Leo er fyri stuttum fluttur úr Íslandi og aftur til Gøtu at búgva. Hann hevur í nógv ár spælt fótbólt og arbeitt í Íslandi.

 

FaroeSoccer veit at siga, at síðsta ferðin, at hann skoraði, var 28. juni í 2013, tá ið HB, sum Oddbjørn Joensen var venjari hjá, vann 4-2 í Gøtu. HB og Oddbjørn vunnu seinni á árinum FM heitið.

 

B71 er á triðja pláss við 40 stigum – sjey stig aftanfyri AB – og Víkingur er á fimta plássi við 28 stigum – tvey stig aftanfyri ÍF. Longu leygardagin hittast Víkingur og B71 aftur. Tá verður tað uppi á Brekku í Leirvík.