Tíðindavaktin hjá Avinor, Karoline Pedersen, veit seint í kvøld at siga, at nú er loftrúmið yvir Oslo Lufthavn stongt vegna dronur.
Fyrr í kvøld segði tíðindavaktin, at hóast ein drona var staðfest í luftini nærindis flogvøllinum, gekk flogferðslan næstan sum vanligt.
Men, nú eru boðini eini onnur, og sum skilst er orsøkin, at talan helst er um meira enn tí einu dronuna, sum er sædd á luftini.
Tað var klokkan 00.30, lokala tíð, at Avinor visti at siga, at nú er Oslo Lufthavn stongd.
- Tað merkir, at flogfør, sum eru ávegis til Oslo, nú fara til nærmastu flogvallirnar at lenda.
Boðini hjá tíðindavaktini, Karoline Pedersen, komu eftir, at fleiri flogfør hava flogið í ring yvir flogvøllinum í Oslo seint í kvøld.