Í gjárkvøldið var grannauppgerð í høvuðsstaðnum, tá ið FC Hoyvík hevði vitjan av HB. Úrslitið var, at heimaliðið vann 1-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Málskjútti var Rói Jacobsen í 9. minutti. Hetta var áttanda málið hjá Róa Jacobsen í ár.
FC Hoyvík var eitt skifti í summar í vanda fyri at flyta niður. Í fýra av fimm teimum seinastu ferðunum hevur FC Hoyvík vunnið fulla úrtøku, og nú er FC Hoyvík á sætta plássi við 31 stigum. Tað er eitt stig fram til B71 og eitt stig aftur til B36.
Seinnapartin klokkan 15 eigur B36 heimadyst ímóti NSÍ, og B71 eigur heimadyst ímóti EB/Streymi. Triði dysturin í dag verður klokkan 18, tá ið tað verður oyggjauppgerð á Skála, har næstbesta liðið hjá Víkingi fer at vitja. Tað er longu greitt, at Skála og NSÍ fara at flyta upp. Feløgini í Runavíkar kommunu kappast um gullkrónurnar. Í tí kappingini er Skála, nú bæði feløgini resta fýra dystir, fýra stig undan NSÍ.
Hin dysturin í gjárkvøldið var í Klaksvík, har KÍ vann 2-0 ímóti næstbesta liðnum hjá B68. Tað var málleyst í ein tíma. Klaksvsíkingar hildu, at Jóhan Josephsen, sum var skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, skoraði bæði málini, sum KÍ fekk í 10 minuttir, men dómarin skrásetti fyrra málið at vera sjálvmál. Jóhan Josephsen er toppskjútti hjá KÍ. Hann hevur skorað 12 mál í næstbestu deildini í ár.
Úrslitið í Klaksvík í gjárkvøldið ber við sær, at tað nú er greitt, at B68 fer at flyta niður. Næstbesta liðið hjá B68 flutti fyri einum ári síðani upp í 1. deild.
KÍ – B68 2-0 (0-0)
1-0: sjálvmál 61.
2-0: Jóhan Josephsen 72.
FC Hoyvík – HB 1-0 (1-0)
1-0: Rói Jacobsen 9.
Skála | 23 | 19 | 1 | 3 | 67 | 19 | 58 |
NSÍ | 23 | 17 | 3 | 3 | 63 | 19 | 54 |
Víkingur | 23 | 13 | 2 | 8 | 52 | 35 | 41 |
KÍ | 24 | 12 | 2 | 10 | 43 | 39 | 38 |
B71 | 22 | 9 | 5 | 8 | 42 | 37 | 32 |
FC Hoyvík | 23 | 9 | 4 | 11 | 44 | 51 | 31 |
B36 | 23 | 9 | 3 | 11 | 47 | 39 | 30 |
HB | 23 | 8 | 3 | 12 | 41 | 46 | 27 |
B68 | 24 | 5 | 2 | 17 | 23 | 69 | 17 |
EB/Streymur | 22 | 1 | 3 | 18 | 20 | 83 | 6 |
Í dag
Skála – Víkingur: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00
B36 – NSÍ: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00
B71 – EB/Streymur: Rúni Olsen kl. 15.00