Nú er rættilig gongd komin á ferðavinnuna aftur. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í august í ár høvdu gistingarhúsini kring landið stívliga 27.100 gistinætur – og tað er met fyri august. Sostatt eru gistinæturnar í august í ár heili 73 prosent størri enn í august í fjør, men tá hevði korona lagt alt lamið. Men gistinæturnar í august í ár eru eisini 20 prosent størri enn í august í 2019.
Gistinætur ert, hvussu nógv fólk gista, og hvussu leingi, tey gista. Gista tíggju fólk í tríggjar nætur, eru hetta 30 gistinætur. Í august í ár høvdu danskarar 4.848 gistinætur í Føroyum og tað eru 56 prosent meiri enn í fjør. Men fólk úr øðrum londum høvdu 6.139 gistinætur og tað eru heili 139 prosent meiri enn í fjør.
Eftir at korona rakti í fjør, vóru tað føroyingar, sum átti lívið í gistingarhúsunum. Men í august í ár áttu føroyingar einans 11 gistingunum og tað er umleið tað sama sum í august 2019.
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Í august í ár var nýtslustigið 70 prosent og tað merkir, at 70 prosent av kømrunum vórðu brúkt í august. Í 2019 var nýtslustigið 89 prosent.
Men í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey stór hotell eru bygd afturat í Havn og tí er nýtslustigið lægri, hóast talið á ferðafólki er munandi vaksið.