Tað oysregnar í Fuglafirði, og spælararnir hjá ÍF og AB eru plaskvátir. Tað leggja heimamenninir og ovurfegnu heimaáskoðararnir vertin á.
Máltalvan vísir, at ÍF í dag vann 3-1 ímóti AB. Úrslitið ber við sær, at ÍF flytur framum AB, og at ÍF av álvara nærkast TB, sum eftir fyrra hálvleik í Trongisvági er partur av 1-1 dysti ímóti favorittunum í KÍ.
Eftir fyrra hálvleik var 2-0 til ÍF. Bæði málini vórðu skorað við høvdinum. Tað fyrra stútaði Hans Jákup J. Lervig úr stuttari fjarstøðu og eitt vet úr vinstru, eftir at Dánjal á Lakjuni legði innfyri úr høgru. Tá var stórur hálvur tími farin, og seks minuttir seinni var 2-0. Karl Løkin legði innfyri úr høgru við horna. Gundur E. Petersen rann fram um fremra stólpa og sendi við høvdinum bóltin í handara síðunetið.
Eftir steðgin legði AB øgiliga nógv fyri. Argjamenn vóru grammir í nærdystunum, og tá ið ein lítil tími var farin, eydnaðist tað at minka um munin. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Brian Jakobsen setti í netið.
So var spenningur og intensitetur við nógvum nærdystum, og tað lá í luftini, at í hvussu so er eitt mál fór at verða skorað aftrat. Dramatikkurin fekk eitt skump aftrat, tá ið Ragnar Rasmussen hjá AB sá reytt, og ÍF venjarin Alex Jovevic varð burturvístur.
Og tað vóru heimamenninir, sum øktu um munin til 3-1. Dánjal á Lakjuni var aftur við í uppspælinum, tá ið hann snilt stakk bóltin fram í høgru. Har var vongverjn í høgru Elias J. Lervig, sum legði flatt innfyri, og við fremra stólpa var tað Gundur E. Petersen, sum stýrdi bóltin í málið, tryggjaði ÍF 3-1 sigur og var fyri fimtu ferð í ár málskjútti.
AB er aftast við 13 stigum, ÍF hevur 15 stig, og TB, sum í løtuni spælir á heimavølli ímóti KÍ, hevur 16 stig. Har er støðan seks minuttir eftir steðgin 2-1 til KÍ.