Nú er Kára toppskjútti

Kvinnur: B36 vann grannadystin í Gundadali 3-1

KÍ er eftir 2-0 heimasigur ímóti 07 Vestur framvegis oddalið Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Í gjár høvdu meistararnir í KÍ vitjan av 07 Vestur, sum fór vestur aftur við 2-0 tapi. Eftir tríggjar sigrar á rað, hevur 07 Vestur nú tapt tvær ferðir á útivølli – 2-0 í Gundadali ímóti HB og í gjár 2-0 ímóti KÍ.

 

Tað var ikki fyrr enn tað restaði eitt korter, at KÍ fekk hol á og skoraði tvey mál. Tveir minuttir vóru millum málini, og í báðum førum var tað innskifta Durita Hummeland, sum skoraði. Hon kom á vøllin í 69. minutti, og hon skoraði í  76. og 78. minutti.

 

Durita Hummeland skifti í 2019 til KÍ úr barndómsfelagnum EBS/Streymi, og síðani tá hevur hon sambært faroesoccer.com skorað 14 mál – fýra av teimum í ár.

 

EBS/Skála vann í dag 10 – 0 í Trongisvági. Kára Djurhuus skoraði fýra av málunum. Tilsaman hevur hon skorað sjey mál, og hon er nú toppskjútti. EBS/Skála er fremsti avbjóðarin hjá KÍ, sum er eitt stig frammanfyri EBS/Skála.

 

Dómaraseðilin sigur, at grannauppgerðin í Gundadali endaði 0-0. Men eygnavitni og eisini dystir.fo vita at siga, at B36 vann 3-1, eftir at Sunniva Willemoes fýra minuttir undan steðginum legði HB á odda. Emma Hansdóttir javnaði beinanvegin til 1-1, og eftir steðgin skoraði B36 tvey mál. Málskjúttar vóru brasilsku spælararnir hjá B36 Jiselle Souza og Livyan Silva, sum nú hevur skorað seks mál.

 

Og í dag vann NSÍ grannauppgerðina í Sarpugerði ímóti Víkingi 3-0. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Liðformaðurin Ansy Sevdal Jakobsen skoraði tvey mál, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, var tað Laila Pætursdóttir, sum staðfesti 3-0 NSÍ sigurin.

 

 

 

 KÍ – 0 Vestur 2-0 (0-0)

 

1-0: Durita Hummeland 76.

 

2-0: Durita Hummeland 78.

 

 

 

Víkingur – NSÍ 0-3 (0-0)

 

0-1: Andy Sevdal Jakobsen 55.

 

0-2: Ansy Sevdal Jakobsen 76.

 

0-3: Laila Pætursdóttir 93.

 

 

 

HB – B36 1-3 (1-1)

 

1-0: Sunniva Willemoes 41.

 

1-1: Emma Hansdóttir 43.

 

1-2: Livyan Silva 53.

 

1-3:  Jiselle Souza 64.

 

 

 

TB/FCS/Royn – EBS/Skála 0-10 (0-5)

 

0-1: Lea Lisberg 5.

 

0-2: Kára Djurhuus 13.

 

0-3: Kára Djurhuus 27.

 

0-4: Rakul Magnussen 32.

 

0-5: Silja Augustinussen 38.

 

0-6: Lea Lisberg 51.

 

0-7: Randi Fagradal 61.

 

0-8: Rakul Magnussen 65.

 

0-9: Kára Djurhuus 69.

 

0-10: Kára Djurhuus 78.

 

 

 

651011316
EBS/Skála650120615
B36640218812
HB63031779
07 Vestur63031079
NSÍ62131577
Víkingur610519123
TB/FCS/Royn60061610

 

Máltindurin

 

Kára Djurhuus EBS/Skála               7

 

Livyan Silva B36                             6

 

Hanna I. Højgaard Víkingur           6

 

Lea Lisberg EBS/Skála                    5

 

 

 

7. umfar

 

Leygardagin 7. mai

 

NSÍ – 07 Vestur

 

Sunnudagin 8. mai

 

Víkingur – HB

 

EBS/Skála – B36

 

TB/FCS/Royn – KÍ

 

KÍ er eftir 2-0 heimasigur ímóti 07 Vestur framvegis oddalið Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo