Nú er nýggi bussurin til sjúklingar klárur

Fyri fyrstu ferð hevur grunnurin keypt ein spildurnýggjan buss við øllum hendleikum at koyra sjúklingar í Keypmannahavn

Tað skrivar Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Torshavn á Facebook.

– Langt um leingi er løtan komin til hesa dagføringina, sum vit hava glett okkum til at gera. Nú er nýggi bussurin umsíðir klárur at lata okkum, og koronufarsóttin, sum hevur verið ein forðan fyri, at Sólju bussurin hevur koyrt teir vælumtóktu túrarnar við sjúklingum og avvarðandi, er nú so mikið avhasað, at vit kunnu seta bussin í koyring, skrivar Trivnaðargrunnurin.

Og fríggjadagin komandi klokkan 15 skipa tey fyri almennari móttøku á Sjúklingahotellinum Torshavn, Venøgade 8, í Keypmannahavn, har tónleikur, røður og okkurt gott til góman verður á skránni.

 

##med2##

– Vit eru so sera takksom fyri allan tann stuðul, vit hava fingið, so tað fyri fyrstu fer í 20 ára longu søgu grunsins varð gjørligt hjá okkum at keypa ein spildurnýggjan buss við øllum hentleikum, sum ein slíkur bussur skal hava. 

– Ein og hvør, sum vil stuðla hesum góða arbeiði er vælkomin at flyta pening á konto hjá Trivnaðargrunninum í Betri Banka 9181 134.164.4 og í Bank Nordik 6460 598.598.8 – hvør króna er kærkomin, heilsar Trivnaðargrunnurin fyri sjúklingahotellið Tórshavn.

 

Fyru fyrstu ferð í 20 ára søgu grunsins hava tey keypt ein spildurnýggjan buss við øllum hentleikum

Fyru fyrstu ferð í 20 ára søgu grunsins hava tey keypt ein spildurnýggjan buss við øllum hentleikum