Einasti landskappingardysturin í bestu deildini hjá monnum í dag er í Sørvági, har 07 Vestur hevur vitjan av KÍ.
Higartil í ár hevur liðið hjá 07 Vestur verið eyðkent av, at nógvir útlendskir spælarar og fáir lokalir spælarar hava verið millum teir fyrstu ellivu. Soleiðis er tað ikki í dag. Dan Brimsvík er venjari við tí endamáli at menna lokalu spælararnar, og í dag eru tað fýra útlendskir spælarar á liðnum og sjey lokalir spælarar.
Sonni Ragnar Nattestad er nýggjur liðformaður, og Teitur Olsen, sum ikki hevur spælt í bestu deildini í ár, er millum teir fyrstu ellivu saman við eitt nú Jónar Prior, sum ikki hevur nógvar royndir í bestu deildini. Mikkel Elbæk Jakobsen er nýggjur í 07 Vestur. Hann hevur áður spælt við NSÍ.
Á beinkinum eru sjey lokalir spælarar.
Hjá KÍ er tað merkisvert, at Mads Bo Mikkelsen er á beinkinum. Tað vil siga, at nú er tað bara liðformaðurin Jákup B. Andreasen, sum er langtíðarskaddur.
Í dag er Hallur Hansson á beinkinum, meðan Odmar Færø og Deni Åavlovic ikki eru á listanum. Árni Frederiksberg er leikbannaður.
07 Vestur – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00.