Nú eru deyðsføllini í Noregi, har sjúklingurin var fongdur við koronu, farin um tey 1000.
Sambært norska Fólkaheilsustovninum eru 1002 fólk deyð, eftir at tey eru vorðin smittað.
Tað var hin 12. mars í fjør, at fyrsta deyðsfallið varð staðfest í Noregi, har sjúklingurin hevði koronu.
- Eg havi størstu samkenslu við teimum, sum hava mist síni kæru.
Tað sigur norski heilsumálaráðharrin, Ingvild Kjerkol, við tíðindastovuna NTB í dag.