Nú er Tjaldrið á FM kós

Kappróður 5-mannafør kvinnur: Í dag var tað Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum vann kappingina um næstfremsta plássið

Størsti spenningurin í FM kappingini er tann millum 5-mannaførini við kvinnum. Eftir at Firvaldur av Tvøroyri vann tvær tær fyrstu kappingarnar, so var tað Tjaldrið av Glyvrum, sum vann á jóansøku í Vági, og aftur í dag var tað guli báturin av Skálafjørðinum, sum var fyrstur á mál.

 

Endaspurturin var ógvuliga spennandi. Men tað var ikki frá Firvaldi av Tvøroyri, at Tjaldrið fekk størsta spenningin. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði var alla tíðina væl við, og í endaspurtinum eydnaðist tað Erlu Kongsdóttir fyrst at taka Firvald, og í síðstu tøkunum fram ímóti málinum var munurin fram til Tjaldrið millum lítil og eingin.

 

Tjaldrið hevði rongina undan Erlu Kongsdóttir, sum var eitt lítið sindur meiri frammanfyri Firvald.

 

Nú tað resta tríggjar kappingar, er Tjaldrið fremst við 26 stigum. Firvaldur hevur 25 stig, og Erla Kongsdóttir er á triðja plássi við 21 stigum.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo