Nú eru 151 smittað í Hammerfest

Í Hammerfest kommunu stúra tey nú fyri, at koronu-smitta kann spjaða seg til borgarar á bú-og umsorganartænastuni í býnum.

 

 

 

Seinastu tíðina hevur Hammerfest verið hart rakt av koronu, og herfyri vóru aktivu tilburðirnir í býnum 211, samstundis sum 22 prosent av fólkatalinum í býnum vóru í sóttarhaldi.

 

Í dag veit tv2.no at siga, at samlaða talið av aktivum smittaðum í Hammerfest í løtuni er 151, og seinasta samdøgur løgdust 21 fólk aftrat, samstundis sum onnur eru vorðin frísk aftur.

 

Í kommununi stúra tey fyri, at smittan kann spjaða seg til borgarar á bú-og umsorganartænastuni í býnum.

 

- Tað er her, vit stúra beint í løtuni, sigur borgarstjórin í kommununi, Marianne Sivertsen-Næss.

 

Tey seinast smittaðu í Hammerfest hava sent 500 fólk í sóttarhald, veit NTB at siga.