Nú eru 16 deyð við koronu í Grønlandi

Síðan seinastu dagføring mánadagin eru nú trý fólk aftrat deyð við koronu í Grønlandi.

 

Tá grønlendska landslæknaembætið í dag kunngjørdi nýggj koronu-hagtøl, varð sagt, at trý fólk aftrat eru deyð við koronu síðan dagføringina mánadagin.

 

Mánadagin og týsdagin vóru tilsamans 148 PCR-kanningar gjørdar í Grønlandi, harav 30 vóru positivar. 

 

Á tíðindafundi í dag segði grønlendski landslæknin, at smitta er á einum ellisheimi í Maniitsoq, og her er talið av smittaðum í løtuni níggju.

 

Tilsamans 16 fólk eru nú deyð í Grønlandi við koronu, og landslæknaembætið upplýsir, at miðalaldurin á teimum deyðu er 80 ár. 

 

Síðan dagføringina mánadagin eru seks koronu-sjúkllingar innlagdir aftrat. Trý fólk eru innløgd í Sisimiut, eitt í Nuuk, eitt í Narsaq og eitt í Nanortalik.

 

Samstundis eru eisini seks fólk útskrivað ella eru komin úr sóttarhaldi síðan mánadagin, tvey í Nuuk, tvey í Aasiaat, eitt í Qaqortoq og eitt í Nanortalik.

 

Talið av innløgdum í Grønlandi við koronu í løtuni er níggju, fýra í Sisimiut, tvey í Nuuk, tvey í Nanortalik og eitt i Narsaq.