Fleiri ísfiskatrolarar eru aftur til fiskiskap

Væntandi koma allir partrolararnir, sum eru til fiskiskap, inn at landa hesa vikuna, men skipini hava smáligan fiskiskap.

Seks partrolarapør eru til fiskiskap, og væntandi koma øll skipini inn at landa hesa vikuna. Skipini hava smáligan fiskiskap.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum, har teir fáa mest av toski.

 

- Annar kemur inn at landa í vikuni, men hin kemur helst ikki fyrr enn í næstu viku. Ein frystitrolari er eisini til fiskiskap eftir svartkalva.

 

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, men helst fer onkur avstað í næstum, nú veðrið er so gott.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Fiskiskapurin eftir svartkalva er brúkiligur, men smáligur eftir havtasku. Øll garnaskipini koma inn at landa í vikuni, verður lagt aftrat.