Nú eru hesir báðir til reiðar at nærkast hvørjum øðrum eitt sindur

Teir eru samdir um, at tað verður neyðugt at hava tryggar karmar

Mótpólarnir í føroyskum politikki, tjóðveldismaðurin, Høgni Hoydal, vinstrumegin, og sambandsmaðurin, Bárður á Steig Nielsen, eru til reiðar at nærkast hvørjum øðrum

Tað er neyðugt at alivinnan fær tryggar karmar at virka undir. Tað eru teir báðir, formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Nielsen, og Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, sum eisini er landsstýrismaður í vinnumálum, púra samdir um.

 

Bæði Høgni Hoydal, og Sambandsflokkurin, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka avgjøldini, alivinnan skal rinda í landskassan.

 

Bæði uppskotini minna um hvørt annað, men nakrir munir eru kortini í upphæddunum.

 

Samstundis eru teir báðir samdir um, at tað besta er at finna semju ímillum fleiri flokkar í Løgtingumum um, hvussu stór avgjøld, alivinnan skal rinda.

 

Hetta er fyri, at alivinnan skal fáa tryggar karmar, og vita, hvat hon hevur at halda seg til.

 

Verður tað samgongan einsamøll, sum samtykkir uppskotið, er mest sannlíkt, at tann næsta samgongan fer at broyta tað aftur, og slík óstøðug viðurskifti eru ótolandi hjá vinnuni, halda allir partar.

 

Tí spurdi Bárður á Steig Nielsen beinleiðis spurt Høgna Hoydal á tingfundi í dag, um nakar møguleiki er fyri at samansjóða bæði uppskotini, fyri at fáa eina breiða semju í Løgtinginum um avgjøldini hjá alivinnuni.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at fortreytin fyri eini slíkari semju, er, at samgongan gevur seg eitt sindur, men at Sambandsflokkurin so eisini gevur seg, so at partarnir møtast onkustaðni á miðjuni.

 

Høgni Hoydal er samdur í, at tað hevði verið tað besta, og hann váttaði samstundis, at hann er til reiðar at slaka – til eitt vist.

 

Og tað fara partarnir so at royna at finna út av, áðrenn málið verður endaliga avgreitt í Løgtinginum.

 

Mótpólarnir í føroyskum politikki, tjóðveldismaðurin, Høgni Hoydal, vinstrumegin, og sambandsmaðurin, Bárður á Steig Nielsen, eru til reiðar at nærkast hvørjum øðrum