Nú eru seinastu nonnurnar farnar

Fransiskanarasystrarnar eru givnar eftir nærum eina heila øld í Føroyum

Fransiskanarasystrarnar grundaðu Sankta Frants skúla – millum fólk bara róptur Nonnuskúlin – í 1932.

Seinastu fransiskanarasystrarnar – ella "nonnurnar" – eru nú farnar av landinum.

 

Tað skrivar Atlantic Airways á Facebook.

 

##med2##

 

Lív Mikkelsen, ið hevur skrivað um nonnurnar fyri Atlantic Review – tíðarritið hjá Atlansflogi – skrivar, at "Tá ið systrarnar vóru flestar, í 1960’unum, vóru tær 24 í tali, men seinastu mongu árini hevur verið torført at fáa nýggjar systrar til Føroya, og  31. august í fjør boðaði fransiskanarasystralagið frá, at virksemið í Føroyum verður niðurlagt í juni 2024, og at tær fimm systrarnar flyta til onnur kleystur í heiminum.

 

Ymsar orsøkir vóru til, at avgerð var tikin um at gevast við virkseminum. 

 

– Tað er torførari at fáa systrar til Føroya, tí vit sum heild eru færri fransiskanarasystrar í heiminum. Fyri 40 árum síðani vóru vit 9.000 systrar, og í dag eru vit bert 5.500, og nógvastaðni er tørvurin á hjálp størri og meira átrokandi enn her í Føroyum, sigur hon. Eisini er truplari at fáa innferðarloyvi til systrarnar nú enn fyrr, tí í 2016 varð danska útlendingalógin herd og gjørdi tað trupult at fáa visum og arbeiðsloyvi við síðuna av andaliga virkseminum. Eisini hevði lógarbroytingin við sær, at tað gjørdist meira stirvið hjá systrunum at ferðast til og úr Føroyum, sigur systir Maria við Lív Mikkelsen.

 

Fransiskanarasystrarnar grundaðu fýra stovnar í Føroyum: Sankta Frans skúla (1932), Sankta Jósefs Barnagarð (1931), Stella Maris vøggustova (1958) og Kleystrið Kerit (1980)

 

 

 

Fransiskanarasystrarnar grundaðu Sankta Frants skúla – millum fólk bara róptur Nonnuskúlin – í 1932.