Nú eru vit í vanda fyri at enda í einum aldudali

Ordrabøkurnar eru farnar at tynnast

Nú fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd fram fríggjadagin, og løgtingsval verður næsta ár, hava føroyskir ráðgevarir eitt ynski. Og tað er, at vit fáa eina tíggju ára langtíðarætlan fyri, hvussu føroyska samfelagið skal byggjast út hesi næstu árini. Í. Ráðgevarafelagnum halda tey, at í Føroyum er politikkurin tann, at í góðum tíðum verður enn meiri ferð sett á búskapin og í ringum tíðum verður búskapurin tálmaður enn meiri.

 

Ráðgevarafelagið vónar, at ein langtíðarætlan fyri almennar íløgur er partur av tilgongdini, nú fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár verður løgd, og Løgtingsval verður næsta ár. Og her verður hugsað um eina ætlan fyri alt tað almenna, bæði landskassan, kommunurnar og allar almennar stovnar, og øll almenn feløg.

 

Nú eru fleiri stórar verkætlanir lidnar, uttan nakrir tunlar og ordrabøkurnar hjá byggifyritøkunum eru farnar at tømast. Við hesari gongdini er vandi fyri einum aldudali í byggivinnuni um eini tvey ár. Henda gongdin er sostatt ikki góð, og tað hevði verið betri við einari meiri støðugari tilgongd av slíkum byggiuppgávum, sigur Ráðgevarafelagið í eini fráboðan.

 

Seinasta langtíðarætlanin hjá landinum er frá september 2020. Síðan tá hevur lítið og einki verið at hoyrt um langtíðarætlanir úr løgtinginum ella landsstýrinum. Heldur tvørturímóti, tí í fíggjar­lógini fyri í ár verður bara hugt tvey ár fram í tíðina, til 2024. Hjá kommununum er somuleiðis ilt at fáa eygað á íløguætlanir fleiri ár frameftir.

 

 Ein orsøk til hesa gongdina er, at almenna virksemið ikki hevur verið samskipað, og tí hava land, kommunur og tað almenna annars, skipað sítt virksemið hvør í sínum lagi. Tí standa almennar langtíðarætlanir fleiri ár fram í tíðina, ovarlaga á ynskilistanum hjá Ráðgevarafelagnum, bæði í sambandi við fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár, men eisini í sambandi við løgtingsvalið næsta ár, sigur felagið.