Nú fara skúlabørn í Føroyum kanska eisini at fáa vetrarferiu. Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í undirvísingarmálum.
Hann sigur, at hetta er ein spurningur, hann umhugsar og sum hann eisini arbeiðir við. Hann sigur, at hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at børnini fáa frí í eina viku alla tað longu tíðina, sum er frá á jólum til á páskum . Hann sigur, at tað, hann umhugsar, er at hendan vetrarferian skal vera í viku sjey, sum er vikan mitt í februar.
Hann vísir á, at tað eru børn, sum hava foreldur í hvør sínum landi og hann heldur, at tað er ein fyrimunur, at hava ein steðg í skúlagongdini í eina viku í februar, so at tey fáa høvi at vitja foreldur, sum búgva uttanlands, í friði og náðum, uttan at noyðast at skulka.