Í næstu framtíð fer Tórshavnar Kommuna at bjóða nógv grundstykki til sethús, og til íbúðarbygging, til sølu.
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at arbeitt hevur verið at gera fleiri útstykkingar klárar. Onkrar av teimum eru bodnar út beint nú, og aðrar verða tað í næstum.
Í hesum sambandi er ein lítil útstykking á Karlamagnusarbreyt við plássi fyri 12 sethúsum, boðin út.
Heilt skjótt verða eisini 50 grundstykki til sethús á Kongavarða boðin út, men harafturat verða fýra grundstykki til íbúðarblokkar eisini boðin út á Kongavarða fyri at økja um útboðið av bústøðum.
Tað ber ikki til at siga, hvussu nógvar íbúðir verða í hvørjum blokki, men talan kann skjótt verða um einar 60-80 íbúðir, tá ið hugsað verður um hinar blokkarnar á Argjahamri.
- Vit halda, at tað er eitt frambrot, at vit eisini fáa grundstykki at byggja íbúðarblokkar á, tí tað er rættiliga stórur tørvur á íbúðum, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini.
So nú vónar hann, at byggiharrar taka av og keypa stykkini og fara at byggja íbúðarblokkar.
- Nú býurin er farin at breiða seg í allar ættlar, noyðast vit eisini at hugsa um at byggja tættari, heldur hann.
Samstundis er komið undir land at bjóða 24 grundstykki í Kollafirði út, so um stutta tíð verða kommunal grundstykki eisini til taks í Kollafirði, og tað er fyrstu ferð í ein mansaldur.
Tróndur Sigurðsson sigur, at tá ið hesar útstykkingar eru avgreiddar, er ætlanin at halda fram at útvega grundstykki, men tað er ov tíðliga at siga nakað um tað enn.